Til minnis um Hitchens

Mynd lánd frá Friendly Atheist.
Ateisma, heiðinskapur, humanisma og tortrúgv

Mynd lánd frá Friendly Atheist.
Kendi bloggarin og gudleysi aktivisturin Greta Christiana tosar um, hvat er galið við spurninginum “hví eru tit gudloysingar altíð so illir?”
Framløgan er grundað á hennara bloggupost “atheists and anger.”
Í sambandi við at manntal verður hildið í Føroyum í hesum døgum, vil eg gjarna koma við eini forsøgn: nógv fleiri føroyinger eru ikki trúgvandi, enn fólk flest halda.
Sum eg upplivi tað, halda tey flestu, at ateistar í Føroyum eru bara nakrir fáir provokerandi persónar, sum ikki klára at tilpassa seg til samfelagið, meðan tey hardcore trúgvandi halda, at vit eru satanistar ella kanska verri (hvat tað so er).
Mín pástandur er, at vit í stórum trekkum fylgja við trendunum í londunum rundanum okkum, og tað faktum, at vit eru umgyrd av minst religiøsu londunum í heiminum hevur sjálvandi sína ávirkan. So eg eri heilt vísur í, at minst 15% av føroyingum fara at siga seg ikki at trúgva uppá eina hægri makt. Og um spurningarnir vóru meira nuanceraðir, eri eg vísur í, at talið av fólki, sum siga seg at vera trúgvandi hevði verið uppaftur hægri. (meira…)
Tá Óli Breckmann segði “…berføttu dadluetandi jihadistunum niðri í Miðeystri…” kom eg at hugsa, at í Føroyum hava vit Crocs berandi, vaniljusnurlajótrandi kristilingar úr Kelduni ella Oasuni, ið øll ivaleyst stemma uppá Miðflokkin. Felagseyðkennini eru ræðandi. Báðir partar hava mullah’ir, og ein yvir mullah enntá eisini. Báðir partar orka ikki fyri humanistiskum broytingum – og báðir partar blanda politik og trúgv í ein peruvelling.
Eg haldi at føroyingar eru blivnir raskari at siga frá, at siga “nei, hetta finni eg meg ikki í.” Hitt við “tað gongur nokk,” er meira ella minni horvið.
Micheal Corleone segði einaferð í Godfather II “…keep your enemies closer.” Tí hyggi eg onkuntíð inn á hesa síðuna. Eg havi sæð SAW filmarnar uttan at krympa tær, men handa síðan fær meg at ivast í míni medmenniskju.
Tá eg hugdi á hana seinast, fann eg (meira…)
Sum eitt felag, ið millum annað vil arbeiða fyri sekularisering, hava vit, nú val er í hondum, sjálvandi áhuga í at vita, hvørjar meiningar tit valevni hava viðvíkjandi hesum máli. Tí vilja vit her spyrja tykkum nakrar ítøkiligar spurningar um mál, vit meta hava týdning í sambandi við sekularisering. Til ber at býta spurningarnar upp í høvuðsevnini “Fólkakirkjan” og “Fólkaskúlin,” tí vit meta, at júst í sambandi við hesar stovnar hevur vantandi sekularisering neilig árin á okkara samfelag.
Til ber at svara spurningunum við tali á einum stiga frá eitt til fimm, har tølini merkja:
1: Nei, og eg fari at arbeiða ímóti tí
2: Nei
3: Veit ikki/Hvørki fyri ella ímóti
4: Ja
5: Ja, og eg fari at arbeiða fyri tí
Hesin talstigi loyvir tykkum at hava eina ideologiska støðu til eitt evni, samstundis sum tit kunnu velja, hvørt tit siga, um tit ætla at arbeiða fyri/ímóti nevnda málinum.
Tit eru eisini vælkomin at skriva tykkara egnu viðmerkingar aftur at tí talinum, tit seta sum svar til hvønn einstakan spurning.
At enda stendur tað tykkum sjálvandi frítt at lata einstakar spurningar ella allar standa ósvaraðar. (meira…)