Arkiv fyri ‘bloggupostar’ bólkin

Svar til ósømiliga lesarabrævið hjá Jógvani á Lakjuni

heiniGóði Jógvan,

Eg skilji á lagnum, at mín tilvera aleina hevur skakað teg inn á bein. Tú skrivar (í tínum lesarabrævi 10. juni) um títt máttloysi og tína undran á, hvat tað er, sum hendir í okkara samfelagi, millum annað tí at útvarpið gav mær høvi at siga meg ikki trúgva á tín Guð.

Eg kann ímynda mær, hvussu tú hevur tað. Eg var sjálvur kristin einaferð, og tá ræddi tað meg, at onnur menniskju kundu finna upp á at venda Guði bakið. Eg óttaðist teirra vegna, tí í mínum hástóra fordómssinni ímyndaði eg mær, at tað ikki bar til at liva eitt gott og lukkuligt lív uttan Guð – fyri ikki at tala um tað, eg ímyndaði mær mundi henda eftir lívið! Eg var, tá eg hugsi aftur, í grundini ikki ein serliga sømiligur ella moralskur persónur, tá eg hevði slíkar vanvirðandi tankar um mín næsta, einans tí hansara trúgv víkti frá míni egnu. Eg var ov stórlátin at halda meg hava einkarætt upp á sannleikan um alheimsins ytstu duldarmál og at halda, at øll, ið vóru ósamd við mær, tískil mundu liva fátækslig og lítisverd lív.

Mín broyting í átrúnaði førdi tískil eisini við sær eina (more…)

Ongin sannur skoti er hópdrápsmaður

Hvør er sannur kristin? Hvør er sannur gudloysingur?

‘Ongin sannur skoti’ er eitt heiti fyri eina logiska villu. Villan varð fyrstu ferð lýst í 1975 í bókini Thinking About Thinking eftir Antony Flew. “Ongin skoti etur havregreyt við sukri,” er eitt vanligt dømi, ið verður brúkt at lýsa villuna. Eitt mótmæli til hendan pástandin kundi verið: “Ja men gubbi mín er skoti, og hann etur havregreyt við sukri.” Logiska villan er, tá noktað verður at viðurkenna, at pástandurin er falskur, og ístaðin verður hann broyttur til: “Men ongin sannur skoti etur havregreyt við sukri!”

Dahmer og gudloysi

Frá seint í 70-árunum til tíðliga í 90-árunum drap Jeffrey Dahmer seytjan fólk. Dahmer segði seg vera (more…)

Sirkusløta

logo

 

 

Mikukvøldið hittast vit í Sirkus klokkan 19. Takið gott lag við :)

 

 

Her er link til event á Facebook.

Hitler og Jesus

Eg havi hugsað um eitt point í eina tíð, og tað fari eg at illustrera við eini nokkso víðgongdari samanbering. Hendan samanbering er ikki meint sum ein niðurgerð av tykkara profeti, men er útilokandi fyri at draga argumentið út í tað ekstrema, fyri at vísa hvussu skeivt tað er. Og tað at gera tað ekstremt, merkir ikki at tað missur validitet.

Tveir persónar sum vit eru áhugaði í; ein lækni og Hitler, liva á Jørðini samstundis. Og vit ætla at kanna hvør sleppur í himmalin.

Fyrri persónurin er lækni. Hann hevur lisið í 23 ár tilsamans, útilokandi fyri at blíva kvalifiseraður til at viðgera og hjálpa okkum vanligu fólkum. Hann hevur brúkt alt sítt lív uppá at hjálpa fólki, og hevur uttan undantak, altíð roynt at gera tað hann heldur vera best fyri fólk. Problemið er bara, at hann trýr á ein annan, ella ongan, Gud.

Hin er Hitler. Hann er katólskt uppdrigin og hevur, sum vit øll vita, verið atvoldin til, at óendaliga nógv ósek fólk hava lati lív. Ikki tí at hann yvirhøvur hevði rætt at lata nakran sekan lata lív, men í síni deyðsløtu angraði hann veruliga sínar illgerðir og góðtók Jesus sum sín persónliga frelsara. Hann angraði alt tað hann hevði gjørt, og bað várharra um fyrigeving.

Vissi vit góðtaka at kristna trúgvin er lýsandi fyri okkara veruleika, fáa vit so hetta úrslitið:

Læknin endar í helviti!

Hitler endar í himmalinum!

Vissi hatta er tín trúgv, havi eg onki álit á øllum hinum moralsku avgerðunum hjá tær. Eg kann bara siga: fý for heitasta!

Óli Breckmann og svín. Er nakar samanhangur?

Eg lurtaði eftir hesi sendingini og hava bara eina konklusión: Eg kann ikki útiloka, at Óli Breckmann og Svín hava ein felags uppruna (vælsignaður saksøk meg).

http://www.in.fo/news-detail/news/kjakadust-um-forfylging-av-kristnum/

Við at lurta eftir hasi sendingini, fæst uppá nakrar fáar minuttir vissa fyri, hvørja hugsan Óli Breckmann hevur um trúgv og yvirtrúgv. Bara tað, at ÓB blívur við at nevna nazistarnar, uppá sama máta, sum hann hevur gjørt í 40-50 ár, merkir at vit eru á “bullshit-territory”.

Tað at Óli Breckmann er vertur fyri eini sending á Rás2, eigur at fáa øll hugsandi menniskju at hugsa seg umaftur einaferð afturat, viðv. hvat slag av “veruleika” handan kanalin ætlar sær at vera framherji fyri.

“Vit hava tað so gott., Vit eru so tollynt” sigur ÓB, av øllum…

So vinarliga: ikki lurta eftir sendingini hjá Óla Breckmann. Sendingin er svínarí úr enda í annan, og er ikki einum demokratiskum kjaki verdig.

Og ja; Óli Breckmann skal vera vælkomin at bjóða mær við í sina sending. Eg trúgvi uppá demokrati, og tí hevði eg luttikið í hansara sending.

Og Heini í Skorini er í nærheitini av tí, sum Óli stendur fyri. Ein trúgvandi, sum roynur at gyklast at vera “ivandi”, meðan hann brúkar so nógva tíð aum gjørligt, uppá at almannakunngera sín “iva”, at hann druknar veruligan iva úti. Líka ódámligt. Ca. tað sama sum Arni Zachariassen ger, bara nógv minni elegant :) Tú er framvegis friðaður. Arni!

Vh

Jón Joensen