Arkiv fyri ‘bloggupostar’ bólkin

Tað æviga kjakið.

Orsøkin til at eg ikki havi bloggað í langa tíð, er at eg fyri tíðina, havi havt trupulleikar við at seta orð á, ella “formidla” hvat ta­ð er eg hugsi um religión, gudloysi og tað sum tilhoyrir. Nú havi eg skjótt búð í Keypmannahavn í 4 ár og ígjøgnum hesi 4 árini, hevur ávirkanin av religión á meg og tey rundan um meg, havt minni og minni at sigað. Tað ljóðar kanska egoistiskt (uppá ein ordiliga sovorðnan modernaðan keypmannahavnara máta), men tað hevur simpelthen ikki verið relevant fyri meg. Skipanin í Danmark er jú rúkandi sekuler, sjálvt um kristindómur enn er stats-religiónin. Tað er ikki ordiliga nakað, sum religión sleppur at forpurra her, uttan at samfelagið ger vrøvl um tað. Her ræður ein humanistisk mótstøða ímóti diskriminerandi svínaríi, sum tað føroyska samfelagið veruliga kundið havt gott av.

Eg fari so ikki at viðmerkja hjúnarbandsmálið í hesum blogginum, annað enn at siga, at (more…)

Hækka støðið, harra Løgtingsformaður!

Mynd av EyðbjørnRetorikkurin, ella kjakið á okkara nú lágtvirda løgtingi, eigur at vera átalaður, og tað líka lágt og ófantaligt sum teir sjálvir hava lagt støðið.

Tað sum skuldi verða ein simpul og ússalig lógarbroyting, so at verulig fólk kunna búgva saman, og hava somu løgfrøðiligu rættindi sum onnur, bleiv til eitt vamlisligt og ærumeiðandi túnatos, á tí lægsta stigi gjørligt.

Tá løgtingsfólk, ið skula ganga undan at vera fólksins fyrimynd og verjar, eru farin at (more…)

Føroysk Trúarverja – vernd teirra, ið misskilja

34152792

Tað eru afturvendandi gestir í føroysku miðlunum har mann sær kristin verja trúgv sína. Sjálv nevndar “apologetikkarar” rópa hart um váa gudloysinga og um tann sekulera hóttanina ímóti tí kristnu trúnni, og ikki minst hóttanina ímóti nútímans kristnum samfeløgum – tó heitið sjálvt er bert nakað, ið viðvíkur Vatikanið. Samstundis vísa apologetikkararnir á pseudovísindaligar fatanir, ið eru grundaðar á teirra trúgv um fornaldar jødiskar sagnir, tó við ongum prógvum ella próvførslum, men teir halda tað er verulig vísund og prógv fyri teirra uppáhald, at tann almáttuga, alvitandi og algóða gudavera er til! Síðan verða fólk uttan trúgv lýst, sum sek í nærum øllum hópmorðum tey síðstu 100 árini, og hetta er samandrátturin av hvat Føroysk Trúarverja er. Tú hugsar óivað, at hetta er ørvitistos? Hetta er bert byrjanin…

(more…)

Miðflokkurin hevur syndað

mynd22Nú hava vit eitt átrúnaðarligt samfelag við einari fólkakirkju. Ið vit øll gjalda. Eisini er átrúnaðurin sjónligur í Løgtinginum. Og soleiðis er tað bara. Men hvussu hóskar átrúnaður saman við politikki ella saman við grundgevingum fyri ymisk mál, t.d. tað opinbart ævigt aktuella, tey samkyndu? Havi viðgjørt hetta fyrr, og haldi eg at tað hóskar illa saman. Men um eg, og fleiri við mær, halda hetta, hvussu skulu vit so fyrihalda okkum til henda spurning um átrúnað og kjak um ymiskt. Hvussu skal ein mótargumenta tá grundgevingin eru skriftstøð úr Bíbluni?

Bíblian – trúgv ella sannleiki?
Fyrst mugu vit fáa staðfest, hvat er Bíblian? Er tað ein trúarbók ella sannleiksbók? Heb 11:1 kann geva okkum eina ábending: ”Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.” (more…)

Hvat er gudloysi?

 

logoGudloysi í sínum uppruna týðing er frá tí Griska heitinum atheos, ið merkir uttan guð ella guðar. Grundleggjandi er tað tað, at ein ikki trýr uppá eina guðaveru ella fleiri, ella kann eisini skiljast, sum ein mangul ella frávera, at trúgva uppá eina ella fleiri guðaverur. Hetta er andstøðan til heitið theisma, ið merkir at trúgva og uppáhalda eina fleiri guðaverur, tó er gudloysi á ongan hátt ein mótstøða ella ímóti tí uppáhaldi. Bert tann støða, at uppáhaldi er ósannlíkt, ella tað at ein velur ikki at taka undir við tí. Har fylgir ongin læra ella lærusettningar við heitinum ella nakrar neyðturviligar fylgir.

(more…)