Arkiv fyri ‘Miðlar’ bólkin

Gudloysingar í útvarpinum

Gudloysi logoÁsa Johannesen og Heini Reinert tosa millum annað um at vera gudloysingur, føroyska samfelagið og týdningin av trúgv. Hetta er í sendingini “Geymin” frá mánakvøldinum, sum kann hoyrast her.

Ella tit kunnu lurta hjá okkum:

Audio clip: Adobe Flash Player (version 9 or above) is required to play this audio clip. Download the latest version here. You also need to have JavaScript enabled in your browser.

Prát við gudloysing í Parasol

Tann 10. august 2010 var viðtala við ein gudloysing, Torkil Olsen, at hoyra í sendingini Parasol. Felagið Gudloysi varð eisini nevnt, men ein kann undrast á, hví vertinnurnar vóru so áhaldandi at spyrja Torkil spurningar um okkum og hesa heimasíðuna, tá Torkil gjørdi tað greitt, at hann bert kundi tala fyri seg sjálvan. Sára Jógvansdóttir og Maria Ziskason, um tit eru forvitnar um okkum, kunnu tit so ikki bara tosa við okkum? Ikki tað, Torkil kláraði seg bara avbera væl, og tað hann segði um felagið (og heimasíðuna) var fullkomiliga rætt.

Úrklipta viðtalan um at vera gudloysingur:

Go get Adobe Flash Player!

Fyrsta hálva av sendingini er her:

Go get Adobe Flash Player!

Og seinna hálva kann finnast her:

Go get Adobe Flash Player!

Sendingin er heldur langdrigin, men eisini ógvuliga áhugaverd. Hæddarpunktini fyri meg vóru, tá umboðandi hvítusunnusamkomuna bleiv við og við at nevna tungutalu, alt meðan hann vissaði okkum um, at teir als ikki fokusera uppá tungutalu, og tá umboðandi Jehovas vitni segði seg ikki halda jól, tí jólini eru heiðin hátíð (púra beint) fyri síðani at vera sagdur ímóti av umboðinum fyri bahai, ið segði seg ikki halda jól, tí jólini eru kristin. Eg haldi bahai-fólk kanska skuldu fortalt Jehovas vitnum at tað er í lagi fyri tey at halda jól.

Kelduskúlin

Gudloysi hevur fyrr meldað út, at vit onki hava ímóti einum kristnum frískúla og at tað enntá kann vera positivt av tí at vit so fáa ein møguliga minni missionerandi fólkaskúla. Hetta haldi eg enn, men eg kann tó ikki lata vera við at viðmerkja sumt, sum var sagt í Refleksjón her fyri…

(meira…)

Góði Jenis

John Ivar Venned hevur verið so vinarligur at geva okkum á Gudloysi loyvi til at endurgeva hansara týðing av kenda lesarabrævinum til Dr. Lauru. Týðing John Ivars var at síggja í Mánadags Sosialinum tann 13. september 2010. Um Jenis av Rana hevur hug at svara hesum brævinum, leggja vit hjartans fegin hansara svar avtrat hesum bloggupostinum.

Góði Jenis

Takk fyri at tú gert so nógv fyri at upplýsa fólk viðvíkjandi Guðs lóg. Eg havi lært sera nógv frá tínum útsøgnum, og royni at deila tann kunnleikan við so nógvum fólkum sum eg kann. Tá onkur roynir at forsvara samkynda lívsstílin, til dømis, so minni tey bert á at í Triðju Mósubók 18:22 stendur týðiligani, at tað er ein andstygd. Onki meiri at diskutera. Eg havi tó brúk fyri eitt sindur av ráðgeving frá tær, viðvíkjandi nøkrum øðrum ávísum lógum og hvussu vit skulu fylgja teimum: (meira…)

Rættleiðing til Morgunblaðið

Í Íslendska blaðnum Morgunblaðið skrivar Baldur Arnarson at eg eri formaður í Gudloysi. Viðmerkjast skal at hetta sjálvandi ikki er rætt. Eg eri í skrivandi stund skrivari í Gudloysi.

Yvirlit yvir okkara nevnd er at finna á síðuni Um Okkum.

Heini Reinert, skrivari