Arkiv fyri ‘Lesarabrøv’ bólkin

Svar til ósømiliga lesarabrævið hjá Jógvani á Lakjuni

heiniGóði Jógvan,

Eg skilji á lagnum, at mín tilvera aleina hevur skakað teg inn á bein. Tú skrivar (í tínum lesarabrævi 10. juni) um títt máttloysi og tína undran á, hvat tað er, sum hendir í okkara samfelagi, millum annað tí at útvarpið gav mær høvi at siga meg ikki trúgva á tín Guð.

Eg kann ímynda mær, hvussu tú hevur tað. Eg var sjálvur kristin einaferð, og tá ræddi tað meg, at onnur menniskju kundu finna upp á at venda Guði bakið. Eg óttaðist teirra vegna, tí í mínum hástóra fordómssinni ímyndaði eg mær, at tað ikki bar til at liva eitt gott og lukkuligt lív uttan Guð – fyri ikki at tala um tað, eg ímyndaði mær mundi henda eftir lívið! Eg var, tá eg hugsi aftur, í grundini ikki ein serliga sømiligur ella moralskur persónur, tá eg hevði slíkar vanvirðandi tankar um mín næsta, einans tí hansara trúgv víkti frá míni egnu. Eg var ov stórlátin at halda meg hava einkarætt upp á sannleikan um alheimsins ytstu duldarmál og at halda, at øll, ið vóru ósamd við mær, tískil mundu liva fátækslig og lítisverd lív.

Mín broyting í átrúnaði førdi tískil eisini við sær eina (more…)

Gudloysingar fyri álvarsomum mismuni í danska ríkinum

heiniFelagsskapurin International Humanist and Ethical Union hevur fyri stuttum givið út nýtt altjóða kunningarskriv, ið ber livi- og lógarsømdirnar hjá gudloysingum og ótrúgvandi í øllum heimsins londum saman. Besta úrmælið verður givið londum, ið hava fult út “frælsi og javnrættindi.” Bert seks lond fáa henda heiðurin, og tey eru Taiwan, Niðurlond, Belgia, Estonia, Kosovo og Sierra Leone. Sambært kunningarskrivinum eru gudloysingar í Danmark (Føroyar og Grønland íroknað) harafturímóti fyri álvarsomum mismuni (severe discrimination). Givnu dømini um mismun eru (more…)

Hví gudfrøðingar, Karsten?

Gudloysi logoGóði Karsten Hansen,

Eg las herfyri í Dimmalætting (nr. 207, 13. september, s. 2), at nýggj skipan skjótt skal koma í gildi, har ráðgeving verður áløgd øllum kvinnum, ið ynskja fosturtøku. Í hesum sambandi segði tú sambært Dimmu, at eftir nýggju reglugerðini skal kvinnan hava ráðgeving frá heilsusystir. Harumframt kann hon, um hon ynskir tað, “leita sær meir hjálp hjá eitt nú sálarfrøðingi, gudfrøðingi ella øðrum.”

Henda útsøgnin undrar meg, og kundi eg tískil hugsað mær svar upp á nakrar spurningar. Í fyrstu atløgu kundi eg hugsað mær at vita, hvørt hendan víðari ráðgevingin eftir ynski er fullkomiliga sjálvboðin og óheft heilsuverkinum? Er ætlanin, at hon t.d. skal fáa peningaligan stuðul ella ávísing til hesa?

(more…)