Arkiv fyri ‘Tíðindi’ bólkin

GudloysiCast #1

Gudloysi logo

Vil líka fegin gera vart við, at okkara fyrsta podcast er nú at finna á síðuni.

Heini, Ása, Jákup og Súni tosa um mangt og hvat, millum annað fólkakirkjuna í Føroyum og Miðflokkin.
Abonnera til GudloysiCast gjøgnum okkara RSS feed

Audio clip: Adobe Flash Player (version 9 or above) is required to play this audio clip. Download the latest version here. You also need to have JavaScript enabled in your browser.

Youtube & Facebook

Gudloysi logoTað er kanska eyðsýnt, um ein hyggur út í síðubjálkan, men vit hava nú fingið eina Youtube kanal og eina Facebook síðu. Vit ætla okkum at leggja brot út við jøvnum millumbilum, hvørja ferð vit finna okkurt av áhuga.

Vit kundu eisini hugsa okkum at havt upprunaligt tilfar, men fyri at tað skal bera til, so má onkur útvega tað og í løtuni hava vit ongan, ið tímir ella hevur tíð. Um onkur hevði vilja gjørt eina video-bloggu, heidnar tónleikavideoir, kunnandi sjónfílar um vísindi o.s.fr. so mugu tit gjarna seta tykkum í samband við okkum.

Facebook síðan er eitt hent tól til ein og hvønn, ið gjarna vil halda eyga við nær vit skipa fyri tiltøkum ella nær nýggjar bloggur eru at finna her á Gudloysi.fo. Um ein “dámar” okkara facebook síðu, so fær ein fráboðanir og innbjóðing, tá okkurt hendur.

Andrias Guttormur Djurhuus

A. Guttormur Djurhuus 1936-2010

Eg havi júst fingið boðini, at Andrias Guttormur Djurhuus (Guttormur, fyri okkum, sum kendu hann) er deyður.

Eg veit ikki hvussu væl kent tað er, men Guttormur hevur í seinastuni týtt fleiri “gudleysar” bøkur og hevur verið so fittur at geva mær eintøk av teimum øllum. Ætlanin hevur alla tíðina verið at ummæla tær her á síðuni og eg havi longu ummælt eina. Hinar koma so hvørt, sum tíð er, til at viðgera tær nóg gjølla.

Eg var nóg heppin at kenna Guttorm persónliga og hann er ein av fyrstu føroyingunum eg tosaði við um ateismu andlit til andlit. Tá kallaði hann seg agnostikara og so vítt eg veit hevur hann ikki kallað seg nakað annað síðani. Hann helt, at tað var ov avgjørt, at kalla seg ateist. Her í Gudloysi var hann væl umtóktur millum tey, sum kendu hann, og eg rokni ikki við eg veri tann einasta, sum fer at sakna hann. Ikki bara var hann eitt gott menniskja, hann var eisini skarpur, stuttligur og ongantíð bangin fyri at siga sína meining. Eg vildi ynskt eg hevði betri tíð til at tosa við hann, men eg kann so um ikki annað seta prís uppá tær løturnar eg fekk, bæði meðan eg arbeiddi á Biofar, og so seinni tá eg møtti honum onkra Ólavsøku á Listasavninum og í samband við Gudloysi.

Vit fara at sakna teg, Guttormur. Tíbetur hava vit minnini, og eg rokni við, vit eru nógv, sum fara at minnast teg.

Ása

Segði nakar homofobi?

Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráharrin í Íslandi kemur á vitjan í Føroyum. Altíð stuttligt at hava vitjan av leiðarum frá grannalondunum, so hetta eru hugnalig tíðindi. Har er tó altíð onkur sum skal spilla okkum spælið. Ífylgi Vágaportalinum tímir Jenis av Rana ikki at eta saman við Jóhonnu og konu hennara, Jónínu Leósdóttir. Hví? Ja, tað er ivaleyst ikki so ringt at gita:

Jenis av Rana kallar hesa vitjanina hjá íslendska forsætismálaráðkvinnuni fyri eina beinleiðis provokatión. Hetta er nógv meira alvorligt enn sum so, og hetta signalerar ikki tað normala sambært skriftunum, so eg hevði ikki droymt um at farið til ein sovorðnan døgurða, sigur Jenis av Rana við Vágaportalin.

So, Jenis heldur vitjanina vera reina provokatión? Tað, at ein stjórnarleiðari vitjar eina aðra tjóð við sínum maka, er provokatión? Hvønn heldur hann Sigurðardóttir, forsætisráðharri roynir at provokera? Vónandi heldur hann ikki at íslendska stjórnin og Føroya løgmaður við vilja royna at provokera bara hann, ella? Eg haldi tað er eitt nokkso ógvusligt tiltak, bara fyri at provokera Jenis. Eg haldi ikki sjálvt Gudloysi hevði tímað at spilt tíð uppá tað.

Næsta punkt. Tað normala sambært skriftunum? Eg helt at Jesus var vinur við tey “ópopuleru”. Øll tey, sum fólk hildu vera ómoralsk og syndug gjørdi Jesus sær ómak at vera góður við. Eg rokni ikki við at hann hevði uppført seg sum ein sovorðin fariseari, kenni eg mínar bíbliusøgur rætt. Kanska blandar Jenis Jesus við Paulus?

Eg haldi hetta vera eitt øgiliga týðiligt dømi, um hvat kann henda, um tú gloymir tína egnu samkenslu við næstan og tína egnu menniskjansligheit fyri at passa inn í eina ekstrema, afturhaldna og snævurskygda trúgv. Tú endar við at brúka bíbliuna sum umskyldning fyri at lata vera við at vísa gestablídni og opinleika fyri verðini. Vónandi skamma kristin flest seg yvir at hoyra til sama “bólk” sum Jenis.

Annars skal sitatið frá Vágaportalinum takast við fyrivarni, so um tey hava gjørt Jenisi órætt, taki eg hetta fegin aftur.

Ása Johannesen

Etikkur ístaðin fyri kristni?

Í Australia er tað soleiðis, at kristniundirvísing ikki er partur av nøkrum landsumfatandi pensum, men skúlar, sum hava “chaplains” skulu bjóða ein tíma um vikuna í undirvísing í átrúnaði. Hetta stendur “The National School Chaplaincy Association” fyri. Heimsaíðan hjá teimum vil vera við at 34% av fólkaskúlum í Australia hava ein “chaplain” og tey harmast um hini 65% prosentini, sum ikki hava (veit ikki hvar tað manglandi prosentið er).

Nú er tað tó blivið soleiðis, at skúlar summastaðni í Australia kunnu bjóða undirvísing í etikki til tey børnini, har foreldrini hava sagt nei til undirvísing í átrúnaði. Har var stór mótstøða ímóti tiltakinum, serliga frá kirkjuni (tí tað høvdu vit als ikki væntað). Tað kom ivaleyst óvart á, at heili 47% av børnunum, sum høvdu kristniundirvísing fóru at droppa út. Kristin í Australia eru sjálvandi óð um hetta, og siga at hetta tilboð er ikki til fyri at undirvísa børnum í etikki, men (Tikið frá The Sydney Morning Herald):

“to not only remove Jesus Christ from the state school system, but from the consciousness and hearts of the next generation”.

Hetta er bert ein roynd beint nú og sambært greinini hjá Herald, so kann væntast at tilmelding til kristni fer at fella við 60%, um foreldrini sleppa at velja í næsta ár.

Hetta haldi eg er sera áhugavert. Vil tað siga, at har finnast so nógv foreldur, sum ikki vilja hava síni børn at hava kristni? Ella halda tey kanska bara at etikkur hevði verið betri enn kristni? Uttan mun til motivatiónina, so má eg siga, at eg haldi møguleikin at velja, er eitt framúrskarandi tiltak, sum vit í Føroyum skuldu tikið til okkum. Undirvísing í etikki hevur nógv at siga, umframt undirvísing í at hugsa. Eg haldi tað er nógv betri fyri eitt barn at læra seg at meta um hvat er rætt og skeivt, og meta um trúðvirði á tí tað fær at vita, enn at læra hvat ein persónur fyri túsundvís av árum síðani helt vera rætt og skeivt.

Men tað er kanska bara eg?