Arkiv fyri ‘Týðingar’ bólkin

Opið bræv til skúlanevndina í Kansas

Bobby Henderson bleiv so móður av at Kansas vildi loyva undirvísing í vitugum sniði (Intelligent Design) í lívfrøðitímunum í fólkaskúlanum, at hann gjørdi av at gera sín egna átrúna við egnari skapanarsøgu og royna at fáa hana við í undirvísingina eisini. Brævið hann skrivaði var byrjanin til Pastafarianismu, sum nú er millum heimsins skjótast vaksandi átrúnaðum (ífylgi Bobby sjálvum. Hetta skal sjálvandi takast við fyrivarni ;) ). Har er ein kempistórur bólkur á Facebook fyri “Church of the Flying Spaghetti Monster” við undirskrivaðu sum ein av umsitarunum og pastafarianarar eru sera aktivir annars.

Pastafarianarar hátíðarhalda allar hátíðir (teimum dáma ikki at diskriminera), men serliga dagar sum “International Talk Like a Pirate Day” eru høgt í metum okkara millum og vit eta altíð pasta fríggjadagar (tá vit minnast til tað) og drekka romm og øl.

Les meira á www.venganza.org og á wikipedia

Her er brævið: (meira…)

Góði Jenis

John Ivar Venned hevur verið so vinarligur at geva okkum á Gudloysi loyvi til at endurgeva hansara týðing av kenda lesarabrævinum til Dr. Lauru. Týðing John Ivars var at síggja í Mánadags Sosialinum tann 13. september 2010. Um Jenis av Rana hevur hug at svara hesum brævinum, leggja vit hjartans fegin hansara svar avtrat hesum bloggupostinum.

Góði Jenis

Takk fyri at tú gert so nógv fyri at upplýsa fólk viðvíkjandi Guðs lóg. Eg havi lært sera nógv frá tínum útsøgnum, og royni at deila tann kunnleikan við so nógvum fólkum sum eg kann. Tá onkur roynir at forsvara samkynda lívsstílin, til dømis, so minni tey bert á at í Triðju Mósubók 18:22 stendur týðiligani, at tað er ein andstygd. Onki meiri at diskutera. Eg havi tó brúk fyri eitt sindur av ráðgeving frá tær, viðvíkjandi nøkrum øðrum ávísum lógum og hvussu vit skulu fylgja teimum: (meira…)

Trúgv og vantrúgv: Bók hjá Christer Sturmark

Bók: Trúgv og Vantrúgv

Høvundur: Christer Sturmark

Týðing: Andrias Guttormur Djurhuus

Meting: 

Í seinastuni hevur verið ein hálvgum flóðalda av gudleysum bókum frá meira ella minni kendum rithøvundum. Millum hesar, er tann ivaleyst minni kenda bókin “Trúgv og vantrúgv” hjá Christer Sturmark, sum Guttormur Djurhuus hevur týtt til føroyskt. Av tí at hon er á føroyskum, helt eg at hon hevur fortjent mítt fyrsta bókaummæli her á síðuni, men eftir at hava lisið hana haldi eg sum heild at hon hevur fortjent at vera ummæld.

(meira…)

Drekin í míni garasju


eftir Carl Sagan

Carl Edward Sagan (09/11/1934 – 20/12/1996) var amerikanskur stjørnufrøðingur. Umframt fyri avrik hansara innan vísindi, er hann heimskendur fyri at almannagera vísindi í millum øðrum bókum um evnið til vanlig fólk og í sjónvarpsrøðini “Cosmos: A Personal Voyage,” sum hann var vertur í og hjáhøvundur til (sendingarnar vórðu gjørdar til Public Broadcasting Service í USA).

Í síni livitíð gav hann út yvir 600 greinar, bæði í vísindaligum tíðarritum og til almenningin, og hann skrivaði, ritstjórnaði ella var hjáhøvundur til meira enn 20 bøkur. Í arbeiði sínum vísti hann ofta á fyrimunirnar við humanismu, vísindaligari mannagongd og kritiskari rannsókn.

“Drekin í míni garasju” var av uppruna eitt brot úr kapittul 10 í bókini “The Demon-Haunted World: Science as a Candle in the Dark” eftir Carl Sagan, men er síðani vorðið eitt heimskent brot til at lýsa ateismu.

Upprunaliga brotið kann millum annað finnast her.

Ása Johannesen týddi til føroyskt.

___________________________________________

“Ein eldblásandi dreki býr í míni garasju.”

Hugsa tær, (eg fylgi eini mannagongd til bólkaterapi hjá sálarfrøðinginum Richard Franklin) at eg í rámasta álvara segði hesi orð við teg. Tú hevði ivaleyst viljað kannað málið og sæð drekan við egnum eygum. Óteljandi søgur um drekar hava verið gjøgnum øldir, men onki veruligt prógv. Ordans kjansur!

(meira…)

Ongin Guð er til


Eftir Penn Jillette

Penn Jillette er tann hægra, harðmæltara helvtin av ganda- og skemtiparinum Penn og Teller. Hann er stýrislimur innanfyri gransking á Cato Stovninum og hevur hildið fyrilestrar á Oxford og MIT. Penn hevur verið hjáhøvundur á trimum metseljandi bókaverkum, og er leiðandi leikstjóri á dokumentarfilminum “The Aristocrats.”

Heini Reinert týddi.
Upprunaliga ritgerðin er at finna her.

Morning Edition, November 21, 2005. Eg trúgvi, at ongin Guð er til. Eg havi førkað meg longri enn ateismu. Ateisma er at ikki trúgva á Guð. At ikki trúgva á Guð er lætt – - tú kanst ikki prógva noktandi, so onki arbeiði er at gera. Tú kanst ikki prógva, at ongin fílur er í viðførisrúminum á mínum bili. Ert tú vísur? Hvussu nú? Kanska krógvaði hann seg bara í áðni. Hygg aftur. Nevndi eg, at mín persónliga og inniliga skilmarkan av orðinum “fílur” eisini fevnur um duldarkenslu, skipan, góðvild, kærleika og eitt eykadekk?

(meira…)