9 november, 2011 , skrivað hevur Gudloysi
closeAuthor: Gudloysi
Name:
Site: http://www.gudloysi.fo
About: See Authors Posts (24)
So er parturin fyri november av GudloysiCast úti. Lurti og Deili tað.
Abonnera til GudloysiCast gjøgnum okkara RSS feed
ella fá Email fráboðanir tá nýggir partar koma út. Ella… iTunes!
Partur #8 tann 7. November 2011
Download link
Audio clip: Adobe Flash Player (version 9 or above) is required to play this audio clip. Download the latest version here. You also need to have JavaScript enabled in your browser.
Í dag eru vit: Heini Reinert, Jákup Lutzen og Sigmund Vestergaard.
Shownotur:
Vís Shownotir »
leinkjur til tíðindir:
Why Dawkins refuses to debate with William Lane Craig
Dagsins evni er Post-Løgtingsval.
Tónleikurin kemur frá franska bólkinum Silence, og lagið eitur Cellule
25 oktober, 2011 , skrivað hevur eejespersen
closeAuthor: eejespersen
Name: Eyðbjørn Einarsson Jespersen
Site:
About: Eyðbjørn Einarsson Jespersen er fyrst og fremst sonur mammu sína. Tað sagt, so er hann ikki ein bamselinedrongur. Í løtuni jollar hann sær í Svøríki, landinum av anti-diskriminatión, javnstøðu og sekulariteti, men vamlast eitt lítið sindur nógv av teimum mongu peikifingrunum (red. hví evulotiónin gav svenskarum 17 peikifingrar á hvørjari hond veit eingin at siga!).
Sjálvur er hann sjórænari, men í frítíðini tekur hann klaffan av eyganum, leggur sjórænarahattin og rommið á hyllina, og drekkur ístaðin whisky, lesur avísir og provokerar uppblástar svenskarar. Komandi tíðina ætlar hann sær einaferð um mánaðin at bresta ballónir her á síðuni; og hann lovar at tær ikki bert fyltar við luft, men heldur við 1. flokks føroyskum dupultmorali, tungutalandi ørvitisknokkum og ø(ð)rum samfelagslortið.
Sum sonur av eini kristnari tjóð, vissar hann eisini fyri, at hann fyrr ella seinni fer at mótsiga sær sjálvum.
Eyðbjørn bloggar 25. í hvørjum mánaði.See Authors Posts (10)
Tá Óli Breckmann segði “…berføttu dadluetandi jihadistunum niðri í Miðeystri…” kom eg at hugsa, at í Føroyum hava vit Crocs berandi, vaniljusnurlajótrandi kristilingar úr Kelduni ella Oasuni, ið øll ivaleyst stemma uppá Miðflokkin. Felagseyðkennini eru ræðandi. Báðir partar hava mullah’ir, og ein yvir mullah enntá eisini. Báðir partar orka ikki fyri humanistiskum broytingum – og báðir partar blanda politik og trúgv í ein peruvelling.
Eg haldi at føroyingar eru blivnir raskari at siga frá, at siga “nei, hetta finni eg meg ikki í.” Hitt við “tað gongur nokk,” er meira ella minni horvið.
Micheal Corleone segði einaferð í Godfather II “…keep your enemies closer.” Tí hyggi eg onkuntíð inn á hesa síðuna. Eg havi sæð SAW filmarnar uttan at krympa tær, men handa síðan fær meg at ivast í míni medmenniskju.
Tá eg hugdi á hana seinast, fann eg Les meira »
22 oktober, 2011 , skrivað hevur Gudloysi
closeAuthor: Gudloysi
Name:
Site: http://www.gudloysi.fo
About: See Authors Posts (24)
Vit hava fingið nøkur svar til spurningarnar um sekularisering, sum vit sendu út til flokkarnar.
Ikki nógv valevni hava svarað, og ein gloymdi at siga hvør svaraði, men vit hava gjørt eitt yvirlit og koyrt øll svarini á hesa síðuna her á Gudloysi.
Summir flokkar hava onki valevni, sum hevur svara. Tí kunnu vit ikki so væl geva tykkum statistikk yvir teir flokkarnar. Vónandi svara nøkur afturat.
Vinarliga,
Gudloysi
17 oktober, 2011 , skrivað hevur Gudloysi
closeAuthor: Gudloysi
Name:
Site: http://www.gudloysi.fo
About: See Authors Posts (24)
Góðu valevni,
Sum eitt felag, ið millum annað vil arbeiða fyri sekularisering, hava vit, nú val er í hondum, sjálvandi áhuga í at vita, hvørjar meiningar tit valevni hava viðvíkjandi hesum máli. Tí vilja vit her spyrja tykkum nakrar ítøkiligar spurningar um mál, vit meta hava týdning í sambandi við sekularisering. Til ber at býta spurningarnar upp í høvuðsevnini “Fólkakirkjan” og “Fólkaskúlin,” tí vit meta, at júst í sambandi við hesar stovnar hevur vantandi sekularisering neilig árin á okkara samfelag.
Til ber at svara spurningunum við tali á einum stiga frá eitt til fimm, har tølini merkja:
1: Nei, og eg fari at arbeiða ímóti tí
2: Nei
3: Veit ikki/Hvørki fyri ella ímóti
4: Ja
5: Ja, og eg fari at arbeiða fyri tí
Hesin talstigi loyvir tykkum at hava eina ideologiska støðu til eitt evni, samstundis sum tit kunnu velja, hvørt tit siga, um tit ætla at arbeiða fyri/ímóti nevnda málinum.
Tit eru eisini vælkomin at skriva tykkara egnu viðmerkingar aftur at tí talinum, tit seta sum svar til hvønn einstakan spurning.
At enda stendur tað tykkum sjálvandi frítt at lata einstakar spurningar ella allar standa ósvaraðar. Les meira »
3 oktober, 2011 , skrivað hevur Gudloysi
closeAuthor: Gudloysi
Name:
Site: http://www.gudloysi.fo
About: See Authors Posts (24)
So er parturin fyri oktober av GudloysiCast úti. Lurti og Deili tað.
Abonnera til GudloysiCast gjøgnum okkara RSS feed
ella fá Email fráboðanir tá nýggir partar koma út. Ella… iTunes!
Partur #7 tann 2. Oktober 2011
Download link
Audio clip: Adobe Flash Player (version 9 or above) is required to play this audio clip. Download the latest version here. You also need to have JavaScript enabled in your browser.
Í dag eru vit: Ása Johannesen, Jákup Lutzen, Sigmund Vestergaard og Heini Reinert.
Shownotur:
Vís Shownotir »