Er moralur genetiskur?

Ása JohannesenEg rokni við, at nógv av tykkum hava hoyrt hvat eg ætli mær at siga fyrr, ella um ikki annað gjørt tykkara egnu tankar um evni. So tit kunnu lesa hetta sum eina samanfatan av tí vit vanliga hoyra um menning og moral og so mína egnu meining, sum er grundað á tað eg veit um menning og náttúrliga úrveljing.

Vit kunnu byrja við pástandinum at menniskju eru sjálvsøkin tí at okkara genir eru tað. Hesin pástandur kemur helst einamest frá misskiljingum av “The Selfish Gene” hjá Richard Dawkins. Bókina læs eg sjálv tá eg gekk á fyrsta ári á universiteti og noyddist at finna okkurt, sum gav eina greiða frágreiðing av hvussu menning fer fram uttan at blanda ov nógv tekniskt mál uppí. Hetta noyddist eg at gera, tí mín undirvísing í lívfrøði í Føroyum hevði verið so mikið vánalig, at eg ongantíð hevði lært um menningarlæruna. Eg skal kanska eisini siga, at eg grundi mína vitan um menning á fleiri bøkur enn júst hasa hjá Dawkins. Hetta var bara tann fyrsta eg læs um evnið.

Náh, men sjálvsøkna menniskjan. Í “The Selfish Gene” verður skrivað nógv um ílegur og hvussu tær eru sjálvsøknar. Hvussu tær vilja yvirliva og hvussu tær brúka djórakroppar sum maskinur, sum skulu hjálpa teimum at yvirliva. Trupulleikin uppstendur tá vit koma til moral. Hetta er tí, at hesar djóramaskinurnar burdu uppført seg fullkomiliga sjálvsøkið vegna ílegurnar tær bera í sær. Hetta er tíverri ein øgiliga simplistiskur (og skeivur) máti at síggja tingini uppá. Tað undrar meg altíð, at fólk, sum hava lisið “The Selfish Gene” koma til niðurstøðuna, at vit mugu vera sjálvsøkin, tí okkara ílegur siga tað. Tað virkar, sum tey bara hava lisið fyrru hálvu av bókini, ella kanska minni enn tað. Nú er tað nokkso langt síðani at eg læs bókina, men eg veit at tað var har eg lærdi um “Game theory” fyri fyrstu ferð, og júst hetta er Les meira »

Darwin, Stalin og kristin hugsanarháttur

Høgni Johannesen hevur skrivað eitt innlegg á sínum bloggi, har hann hugleiðir yvir evnið “Stalinisa Darwinisma og Ateisma”. Orsøkin til tess er, at ein av hansara lærusveinum – Bergur Nónklett – hevur skrivað á einum øðrum bloggi, har hann hugleiðir yvir “Sambandi millum darwinismu og Holocaust”. Hetta seinna innlegg er tann vælkenda svadan hjá summum kristnum um, at allir ræðuleikar í nýggjari tíð stava frá darwinismuni. Hesin einfaldi og søgufalsandi hugsanarháttur er ikki nakað eindømi millum kristin í dag, og verður hann væl stuðlaður av ivasomum keldum, m.a. bókin Hitler’s Table Talk, 1941-1944 and Hitler’s Secret Conversations, 1941-1944 sum tit kunnu lesa meira um her.

Har er tískil nógv við tí seinna innlegginum mann kundi valt at viðgjørt nærmari, men eg valdi at taka eitt uppáhald úr rúgvuni, og seta tað í brennidepilin Les meira »

GudloysiCast #6

Gudloysi logoSo er parturin fyri september av GudloysiCast úti. Lurti og Deili tað.

Abonnera til GudloysiCast gjøgnum okkara RSS feed ella fá Email fráboðanir tá nýggir partar koma út. Ella… iTunes!

Partur #6 tann 4. September
Download link

Audio clip: Adobe Flash Player (version 9 or above) is required to play this audio clip. Download the latest version here. You also need to have JavaScript enabled in your browser.

Í dag eru vit: Sigmund Vestergaard, Heini Reinert, Jákup Lutzen, Ása Johannesen, Súni Joensen og Magni Joensen.

Shownotur:

Vís Shownotir »

Samandráttur av aðalfundinum 2011

Gudloysi logoTey fylgjandi punktini vóru øll sammælt viðtikin á aðalfundinum t. 18. august 2011.

  • Nevndin:
    1. Jógvan Jákupsson er nýggjur kassamaistari
    2. Limberg Michelsen er afturvendandi vevmeistari
    3. Súni Joensen er nýggjur sosialur samskipari
    4. Heini Reinert er afturvendandi skrivari
    5. Ása Johannesen er afturvendandi nevndarsamskipari
  • Árliga limagjaldið varð hækkað frá 50,- kr. til 200,- kr.
    Semja var um, at 50,- kr. er óneyðuga lágt, og at nýggja upphæddin vónandi fer at geva felagnum betri sømdir, at skipa fyri meir áhugaverdum tiltøkum.
  • Felagið hevur fingið nýggjar viðtøkur.
    Viðtøkurnar eru at finna her.
  • Felagið hevur fingið nýggja almenna stevnu.
    Stevna felagsins er sokallaða keypmannahavnaryvirlýsingin um átrúnað í almenna rúminum og finst her.

Onnur evni, ið vóru uppá tal umfataðu, at nýggi kassameistarin ætlar sær at skráseta felagið og seta upp nýggja konto, at sosiali samskiparin fer at taka sær av felagsins tilveru á Facebook, og at skrivarin skal geva nýggju nevndini ymiskar neyðugar upplýsingar.

Limagjald fyri komandi ár verður sjálvandi ikki kravt inn fyrr enn kassameistarin hevur fingið nýggju kontoina í rætt lag.

Gudloysi

Takk fyri McElroy Church of Christ

USA er veruliga eitt serdømi tá tað kemur til religión. Tey hava sundurskilt kirkju og stat. Hetta elvir til mikla kapping millum kirkjunar, tí tær eru sum ein fyritøka, har peningaligi umsetningurin hevur avgerandi týdningin.
Kirkjunar reklamera líkasum SMS ella Super Brugsen, við stórum plakattalvum ella “billboards” sum ofta standa við vegkantar, og tær religiøsu plakattalvurnar eru ofta orsøk til stórt kjak í USA.

Well.. fyri nøkrum vikum síðani kom ein heldur áhugaverd plakattalva til sjóndar í statinum Ohio. Hon var fíggjað av einari kirkju, sum kallast McElroy Road Church of Christ. Plakatin tosar fyri seg sjálva:

There is no god
Samdur!
Don’t believe everything you hear
Aftur samdur!

Plakatin berir ein ateistiskan boðskap, og enntá ein skeptiskan boðskap. Hatta er jú deiligt at síggja.
Takk fyri “McElroy Road Church of Christ”. Eg kundi ikki orða tað betur sjálvur.