Onnur podcast

The Atheist Experience

Frá: Texas, USA
Byrja: 1997
Støða: Aktivt
Vertir: Matt Dillahunty, Jeff Dee, Martin Wagner, Russell Glasser, Don Baker, Tracie Harris and Jen Peeples.
Longd: 1 tíma
Eitt live call-in show frá Texas ið byrjaði í 1997. Er ætla til bæði trúgvandi og ikki trúgvandi. Stórsti parturin av sendingini fer við at svara lurtara kallum – oftast frá trúgvandi. Trúgvandi ringja inn og siga hvat tey trúgva og hví – og vertirnir svara so. Nógv kjak ímillum trúgvandi og ikki trúgvandi. Ein av aktivu vertunum, Matt Dillahuntu, var kristin fundamentalist í 20 ár. Podcasti hevur tilknýti til ‘Godless Bitches’ og ‘The Non Prophets’.

 

The Non Prophets

Frá: Texas, USA
Støða: Aktivt
Vertir: Jeff Dee, Denis Loubet og Russell Glasser
Longd: 1 tíma 30 min
Eitt podcast fyri atheistar, har hesir 3 viðgerða tíðindasøgur ið viðkoma atheismu. Hevur viðhvørt gestir á – tann kendasti er helst PZ Myers. Podcasti hevur tilknýti til ‘The Atheist Experience’ og ‘Godless Bitches’.

 

Godless Bitches

Frá: Texas, USA
Byrja: 2011
Støða: Aktivt
Longd: 1 tíma 30 min
Vertir: Beth Presswood, Tracie Harris og Jen Peeples
Eitt feminist, atheist podcast. Primert hesar kvinnurnar ið viðgerða tíðindi ið nema við atheismu og javnrættindi ímillum kyn. Podcasti hevur tilknýti til The ‘Atheist Experience’ og ‘The Non Prophets’.

 

Living After Faith

Frá: Seattle, USA
Byrja: 2011
Støða: Aktivt
Vertir: Rich Lyons og Deanna Joy.
Longd: 1 tíma
Rich Lyons hevur verið ‘minister’ í ‘United Pentecostal Church’ í 20 ár, áðrenn hann misti sína trúgv. Podcasti handlar um hvussu man kemur yvir sína trúgv og fótar sær aftaná man hevur mist trúnna, vinir og familju. Rich og Deanna eru gift og tosa rímuliga nógv um sex í samband við átrúnað.

 

Pat Condell’s Godless Comedy

Frá: Onglandi
Byrja: 2007
Støða: Aktivt
Vertir: Pat Condell
Longd: 10 min
Pat Condell øsir seg upp um eitthvørt ið hevur við atheismu at gera.

 

Penn’s Sunday School

Byrja: 2012
Støða: Aktivt
Vertir: Penn Jillette og Michael Goudeau
Longd: 1 tíma 30 min – 2 tímar
Penn Jillette, ið er kendur frá Penn & Teller, tosar um ymiskt. Nógv av tí hevur ikki við atheismu at gera – men okkurt ger. Sera stuttligt podcast.

 

The Thinking Atheist

Byrja: 2010
Støða: Aktivt
Vertir: Seth Andrews
Longd: 1 tíma – 1 tíma 30 min
Eitt tað besta atheismu podcasti. Verturin er sera vinarligur og dugur væl at tosa. Umleið helvtin er framløga frá vertinum ímeðan hin helvtin er telefonsamrøða við lurtarar – ofta atheistar. Hvørt show hevur eitt tema, sum framløgan og telefonsamrøðurnar handla um. Seth var trúgvandi í 30 ár og var radio-vertur í kristnari útvarpsrás, áðrenn hann misti trúnna.

 

Reasonable Doubts Podcast

Thomas and the Bible

The Angry Atheist

The Atheist Nomads

The Good Atheist

The Infidel Guy Show

Irreligiosophy

 

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)