Tilmelding

Hvør kann vera limur?

Øll, sum vilja, kunnu vera limir í Gudloysi. Eisini trúgvandi. Vit vilja fegin gera vart við at ivandi ikki noyðast at føla seg útilokað vegna okkara navn. Navnið Gudloysi var kontroversielt, men tað sipar bara til tað, sum allir gudloysingar gera: Liva sítt lív uttan at blanda ein gud uppí. Vit eru leys av Gudi. Nógv ivandi eru ikki klár til at avvísa tankan um at har kann vera ein Gud, men tað er tað heldur ongin í Gudloysi sum krevur. Øll eru eisini vælkomin at skriva til okkara við spurningum, og um vit sleppa, kunngera vit spurningar og svar í “Stundum spurdir spurningar“.

Tilmelding

Tilmelding í Gudloysi er lætt. Tað einasta ið krevst, er at senda ein teldupost til postur@gudloysi.fo ella skriva í útfyllingarskemaði niðanfyri. Gev okkum títt navn og sig tú vilt vera limur, og so er tað gjørt. Limagjaldið er á 50kr um árið. Hesir pengar fara til umsiting av heimasíðu og at skipa fyri tiltøkum. Tó ber eisini til at vera hvílandi limur, um ein ikki hevur hug at gjalda limagjald.

Limalistin er ikki almennur og bert nevndin hevur atgongd til hann. Ikki øll vilja standa fram sum gudleys og tað skilja vit væl.

Sum limur í Gudloysi hevur tú møguleikan at hitta aðrar gudloysingar, skipa fyri tiltøkum, skriva lesarabrøv o.s.fr. vegna Gudloysi og annars bara vita at har eru fleiri líka sum tú, sum tú altíð kanst venda tær til. Vit eru so aktiv, sum limirnir hava hug at vera.

Navn (kravt)

Tín teldupostur (kravt)

Evt. boð

captcha

Eitt svar to “Tilmelding”

  1. Gudloysi » Blog Archive » Matematiskt prógv fyri at Gudloysi er best Says:

    [...] Tilmelding [...]