Postar merktir ‘almenn’

Privat ella almenn trúgv?

Tað verður mangan sagt, “mín persónliga trúgv”, at hvat ein trýr er persónligt. At tað ikki, er neyðugt at skilta við hvussu ein sjálvur trýr og fremur (praktiserar) sína trúgv. Eisini kann ein hoyra tað júst mótsatta í frasum, sum at Jesus doyði ikki í einum bakgarði.

Ápostlasøgan
Ápostlasøgan er faktiskt besta dømi um, hvussu kristin livdu, eftir at Jesus var farin til himmals. Tað er her, vit fáa at vita upprunnan til heitið kristin: Tí at tey líktust Kristus og mintu um hann. Hetta samsvarar eisini væl við hvat Jóhannes sigur í einum av sínum brøvum: “Tann, sum sigur seg vera í Honum, er bundin at hava somu atferð, sum Hann.”(leysliga orða).
Eitt áhugavert er eisini, at tey gjørdist fyrimynd í Jerusalem: “…vóru nógv umhildin av øllum fólkinum”. Sum heild sæst at stórt hóvasták er, og at læra Jesusar ávirkaði samfelagið stórt. Tey deildu ognir millum sín eftir tørvi, og lærdu orð Jesusar víðari, hóast at tey vóru biðin um, ikki, av høvðusprestunum og fariseraraum. Einki av hesum var í tí dulda. Alt fólkið í Jerusalem og bygdunum rundan um vóru varug við hetta nýggja, sum hendi. Og tey flokkaðust um tey kristnu.
Tey kristnu og teirra trúgv var sera almenn.

Almenn trúgv
Útfrá hesum kann ein skjótt koma til tað niðurstøða, at trúgvin og tess praksis er ikki serliga persónlig. Jesus segði jú eisini, at ljósið ikki skal goymast burtur. Bað tey vera ljós heimsins o.s.fr. Ein finnur ótal av áheitanum um, hvussu ein skal liva sum kristin. Seinasta boðið hjá Jesus er jú eisini at gera øll fólksløg til lærusveinar heimsins.
Hvussu kann so privat trúgv samsvara við hetta? At ein praktiserar á sín egna hátt?
Tað ger tað snøgt sagt ikki. Bíblian er heilt greið. Hon brúkar boðshátt, og sigur hvussu ein greitt skal liva.*
Hesin hugsanarháttur kann vera tengdur at vit hava sera nógv navnkristin. Limir í fólkakirkjuni eru jú 80 % í Føroyum. Um hesi 80 % høvdu liva sum tey fyrstu kristni, so høvdu vit havt ein reinan sosialistiskan stat. Tí at tey deildu jú ognirniar eftir tørvi; tey sum høvdu, góvu til tey sum tørvaðu. 7 fólk vóru jú sett til at taka sær av fátækrahjálpina.

Dikterandi trúgv
At fleiri kristin harmast alment um “standin” í samfelaganum setur spurningin: Hava tey rætt til tað? Fólkaræðisliga hava tey rætt til tað, men sæð útfrá teirra átrunarligu boðum, hava tey rætt til tað?

Hyggur ein í nýggja testamenti, sær ein, við at finna smálutirnar, greitt hvat fyri ábyrgd kristin hava. Hvørt tey hava eina samfelagsábyrgd ella persónliga ábyrgd. Nevnast kann t.d. at Paulus skilgreinaði eina sanna einkju, sum ein ið ikki hevði nakra familju, var gomul, altso farin framvið giftingaraldur, og var fátøk. Tá var tann einkjan nóg “góð” til at fáa fíggjarliga hjálp frá samkomuni. Her má ein so sjálvandi skilja tann sera mannsdominarandi lívsstílin, sum var tá. Kvinnur vóru tíanverri ikki serliga høgt í metum í tí almenna samfelagnum (kvinnur í bíbluni verður ein annar bloggpostur seinni).

Men tað einasta ein finnur, er at biðjast skal fyri yvirvøldunum. Ongastaðni sær ein at eggja verður til at stríðast fyri kristnum rættindum, at kristin skulu fáa javnrættindi, virðast, at samkomur ikki skulu gjalda skatt. Har segði Jesus greitt, gev keisarans tað í er keisarans og Guði tað ið er hansara. Altso vanligan skatt og virðing, og Guð skuldi fáa sína tíggjund og tilbiðjan o.s.fr.

Tá ápostlarnir standa fyri yvirvøldum, verja teir seg bara við sínari trúgv. Ongastaðni krevja teir eyka rættindir, ella krevja frídøming. Einasta nøkulunda undantakið er tá Paulus fortelur at hann er rómverskur statsborgari. Sum fríðaði hann fyri húðflongjan. Her brúkti hann greið politisk rættindi. Men tey vóru ei heldur her samantvinnaði við hansara kristnu trúgv.

Hvat fortelur okkum so hetta? Mín niðurstøða er greitt hendan, sum eg eisini kom inn á í Diktatoriska Fólkakirkjan, at trúgv er almenn, t.v.s. at ein dylur ikki at ein trýr, men at ein fortelur øllum ein kennur, og ikki kennir, fyri at tey skulu gerast lærusveinar Jesusar.

Og tað er tað. Ikki meira, og so slettis ikki minni.
Jesus talaði í boðshátti. Hann setti greitt síni krøv upp. Ápostlanir og tey fyrstu kristnu gjørdu eisini tað. Tey talaðu at samkyndum innanhýsis, men ikki uttanhýsisi. Tey talaðu at innahýsis í øllum førum uttan einum. Og tað eina var at øllum menniskjum tørvaðu frelsu.

Tí eru nógv kristin á skeivari leið, tá tey blanda seg í samfelagsviðurskifti. Bíblian eggjar slettis ikki fyri tí. Trúgv er almenn, skilt at hon skal ikki dyljast, skal praktiserast alment, men skal ávirka óbeinleiðis. Trúgv er eitt val, ikki eitt krav til samfelagið.

 

*Fótnota: Eitt av teimum fáum økinum har samrátt verður, er tá fariserar eisini lótu seg frelsa. Teir kravdu at heidningarnir eisini lótu seg umskera. Tað stuttliga er at skrivað stendur: “..Paulus og Barnabas komu í ikki lítið stríð við teir”. Endin var at teir skuldu halda seg frá avgudum, tí sum kvalt er, siðloysi og frá blóði. Stuttligt at læra jødanna verður skorið niður til hesu fáu boð. Men orsøkin var einkul. Tey skuldu vera frelst av náði.