Postar merktir ‘amnesty’

Foreldrafelagsins húklarí

Fyrr í dag útgav Foreldrafelagið eitt tíðindaskriv, har teir í strangum vendingum seta seg ímóti, at LGBT Føroyar skulu sleppa út á føroyskar skúlar, at tosa við næmingar um kynsligan samleika. Teirra grundgeving er sum fylgir:

Vit vilja sum foreldrafelag gera vart við, at tað hevði verið at gjørt seg inn á børnini, um vit loyvdu felagsskapum ella fyritøkum við egnum seráhugamálum, sum til dømis LGBT inn í skúlan við sínum boðskapi.

Tað kann samanberast við at Eik Banki kemur og sigur, at peningur er ein tíðandi partur av lívinum, og at Eik Bandi tí nú skuldi inn á skúlarnar, at undirvísa børnunum um peningaviðurskifti.

Vit vænta av almennu skúlunum at teir tryggja, at skúlagongdin hjá børnunum er í tráð við fólkaskúlalógina, og at teir ikki loyva bólkum við egnum seráhugamálum inn at undirvísa okkara børnum.

Nei, álvaratos! Slíkt húklarí skal ein leita leingi eftir. Tá eg sum piltur var næmingur á Argja Skúla, kundu tey tað sama havt bygt eina sveighurð til allar teir bólkarnar við seráhugamálum, ið vóru loyvdir inn at prætika fyri okkum. Onkur karismatisk samkoma fortaldi okkum um tungutalu og at útdríva illar andar. Blákrossur (um eg minnist rætt) setti upp vasar við plantum í alkoholiskum løgi, ið síðani følnaðu, fyri at vísa okkum, hvussu farligt tað er at drekka. Amnesty vóru úti og inni annan hvønn minutt. Ráðið fyri ferðslutrygd fortaldi okkum, at sanniliga fóru vit øll at lata lív, um vit gloymdu trygdarselan í bara fimm minuttir við 30 km/t. Og tað var bestemt ikki nakar av okkara smædnu lærarum, ið tók sær av okkara seksual undirvísing. Tað vóru tvær ungar og fittar gentir, ið – minnist meg rætt – ikki vóru lærarar, men sjúkrasystrar, ið fortaldu okkum um hvat standingar og eggjastokkar í grundini høvdu við hvørt annað at gera. Og hetta eru bert teir bólkarnir, sum eg av tilvild enn minnist frá Argja Skúla av. Hvar vóru mótmælini frá Foreldrafalagnum ímóti seráhugabólkum tá at hoyra?

Heilt erligt, Foreldrafelagið. Um tit eru snævurskygd og homofobisk, og tískil ikki vilja hava eklar bøssar í nærheitini av tykkara børnum, sig so bara tað. Men kom ikki her, og lat sum um, tit hava okkurt prinsipielt ímóti, at loyva seráhugabólkum inn í føroysku skúlastovurnar. Tí tað hava tit aldrin havt fyrr.

Dagføring 27. Apríl: Forkvinna foreldrafelagsins, Mai Laksafoss Simonsen, hevur nú biði um umbering felagsins vegna, og hevur drigið aftur mótmælið, sum hon sigur varð gjørt uttan undantøku frá allari nevndini.

Tað kunnu vit bert gleðast um, men eg sakni eitt sindur eitt úttalilsi um, hvat Foreldrafelagið so meinar um sakina. Men kanska kemur tað, um vit eru eitt sindur tolin.

Friðarbogin – Hvar eru tit?!

Føroyar er einasta norðurland og eitt av heilt fáu londunum í vestur Evropa har skrásett parlag fyri samkynd ikki er lógligt.

Ikki les víðari enn!
Lat hatta fyrst “sjúnka” eina løtu.

Eru vit veruliga betur vitandi enn øll onnur norðanlond á hesum málinum?
Hava vit veruliga fatur í langa endanum, tá ið vit, sum einasta norðurland, ikki loyva samkynd at skráseta seg?
(more…)