Postar merktir ‘Arni Zachariassen’

Hvussu gudsloysnir rigga

Teknirøðin Saturday Morning Breakfast Cereal hevur í dag eina frálíka frágreiðing fyri hvussu theodicies – sum eg á føroyskum havi valt at kalla (more…)

Gudloysingur, møt trúgv

Fyri nøkrum árum síðani sat eg í Gøtu kirkju. Ein drongur, bara 3 ár yngri enn eg sjálvur, hevði gjørt sjálvmorð og hetta var jarðarferðin hjá honum. Eg sat lutsfalsliga langt afturi í fullu kirkjuni, men eg sá fram til foreldrini hjá honum, syskini og familjuna. Eg hugsaði um mína egnu familju, mínar fýra beiggjar, foreldrini, damuna. Sum tárini streymaðu niðureftir kjálkunum, mutlaði eg fyri meg sjálvan, “Har má vera vón, har má vera vón. Vón er tað einasta, sum er til.”

Herfyri skrivaði eg ein blogg fyri Røddina, har eg viðgjørdi klassiska gudfrøðiliga “trupulleikan við óndskapi”. Hetta er avbjóðingin, lýðing og óndskapur seta gudstrúgv: Hvussu kann ein elskandi, almáttugur Gud vera til, tá ið óndskapur og órættvísi eyðkennir heimin so ræðuliga? Sum dømi brúkti eg djúpt órógvandi dømið um kynsliga misnýtslu av børnum. Kann man veruliga trúgva á ein slíkan Gud, tá ið børn verða misbrúkt? Ja, segði eg, hóast eg viðurkendi at summi ikki megna tað – og at tað, eftir mínum tykki, er ein haldgóð orsøk at venda átrúnaði bakið. Men fyri mítt viðkomandi, so kann eg ikki annað. Tá ið eg standi yvirfyri slíkum bókstaviliga himmalrópandi órættvísi, slíkum óndskapi, má eg trúgva á Gud og at ultimativt rættvísi finnist. Haraftrat er kristna søgan um Gud ikki einans ein, sum sigur, at Gud ein dag fer at rætta tað skeiva í heiminum, men eisini ein, sum sigur, at hann byrjaði at gera júst tað tá ið hann leið saman við teimum lýðandi á krossinum. Kristna søgan bjóðar okkum somuleiðis at samlýða.

Hetta var ikki nakað argument fyri teismu, gjørdi eg greitt, men heldur ein eygleiðing ella allýsing av hvussu mín egna trúgv (og hon hjá teimum flestu, sum eru religiøs) fungerar. Tað er hendan leiklut, sum mín trúgv spælir fyri meg.

Jesus býr í hjartanum, ikki høvdinum, kann man siga. (more…)

Eksistensiella Klodsmajor Spælið

Arni Zachariassen skrivaði eina bloggu á roddin.fo tann 24 februar, har hann segði seg trúgva á Gud “tí heimurin er eitt ónt og órættvíst stað”. Bloggan er sera sympatisk og man sær veruliga tí samvittigheitsfullu og hugsandi – trúgvandi síðina av Arna.
Tað er mær tó ikki hugaligt at síggja sovorna órationella trúgv klemma seg inn í sinnið hjá annars vælgjógnumhugsaðum, vællisnum og vælformuleraðum fólki sum Arni er.
Trúgvin kroystir seg ikki bara inn í ein óbrúktan krók av sinninum, men meira enn so. Trúgvin megnar at gera seg ómissuliga, sum ein berandi træklossi í einum persónligum – eksistensiellum “klodsmajor spæli” har hon, um ein royndi at taka hana burtur ella bara førka hana eitt sindur, hevði tikið alt tornið niður við sær.
(more…)

Mørk

Eitt mark kann setast ímillum tey, ið halda at mósebøkurnar eru góðar keldur til uppruna heimsins og tey ið ikki halda tað. Har stendur til dømis Miðflokkurin hinumegin markið, meðan Dialogos, saman við okkum Gudloysingum, stendur okkara megin.

Eitt annað mark kann setast ímillum tey, ið halda at Jesu móðir ikki var í song við nøkrum manni áðrenn hon átti Jesus, at Jesus gjørdi vatn til vín og at hann reis upp frá deyðum og fór kropsliga til himmals. Har standa Miðflokkurin og Dialogos saman hinumgin markið, meðan vit gudloysingar standa, helst rættiliga einsamallir, okkara megin. Eg trúgvi ikki tú finnur ein einasta, ið kallar seg kristnan av nøkrum slag standa okkara megin, tí at trúgva (more…)