Postar merktir ‘Ása Johannesen’

Hvat er tað, Unga Tjóðveldi vil?

Ása Johannesen

Har komu tvey lesarabrøv frá Unga Tjóðveldi innanfyri øgiliga stutta tíð út á Røddini, sum nærum beinleiðis mótsiga hvør øðrum. Bara *nærum*, tó. Tí tað kemur eitt sindur ann uppá hvat mann kallar “røtt kristin” og um “røtt kristin” taka undir við fríari fosturtøku.

Nevndarskrivarin hjá Unga Tjóðveldi, Tór Marni Weihe, leggur út við at siga, at “røtt kristin” (og eg nokti at brúka prikka ø) eiga at velja Tjóðveldi, tí at Miðflokkurin er miðaldarligur.

Síðani kemur hann við einum lista av tingum, sum Tjóðveldi vil. Listin er sera penur og hugnaligur, men tað sær ikki tú til at Tór hevur uppdagað, at orsøkin til, at nógv kristin velja Miðflokkin, (meira…)

Góð uttan Guð

Ása JohannesenTað er nokkso vanligt, at hoyra kristin tosa um, at tey fáa sín moral frá Guði. Summi halda enntá, at tað ikki ber til, at vera góður uttan Guð. Tað er eitt sindur irriterandi, tí vit heiðnu eru altso góð uttan Guð. Tað er merkiligt, eg veit, men vit ganga ikki runt og stjala, neyðtaka ella myrða. Av onkrari orsøk hava vit ikki fyri neyðini, at trúgva á Guð, fyri at vera góð. Ikki bara gera vit ikki órein ting; vit eru eisini hjálpsom.

Til dømis geva flestu gudloysingar eg kenni blóð (men kanska eisini kristin? Svara í spurnarkanningini!). Okkara lokala ateistafelag í Leeds skipar regluliga fyri “blood runs” har tey eggja fólki til at geva blóð. Sama felag hevur eisini fleiri ferðir um árið tiltøk, har peningur til vælgerandi endamál verður savnaður.

Hetta kunnu vit í Gudloysi eisini, men tað krevur eitt sindur (meira…)

Kvinnuligir gudloysingar?

Sum einasti kvinnuligi bloggari her á Gudloysi má eg heldur royna at umboða mítt kyn eitt sindur. Yviri í USA hevur nógv prát verið um at kvinnur ikki eru nóg væl umboðaðar innan ateistarørsluna, hetta hóast vit hava kvinnur sum Ayaan Hirsi Ali, Eugenie Scott, Ariane Sherine og Julia Sweeney, sum bara eru nakrar fáar av langa listanum hjá enn einari ungari ateistiskari kvinnu, sum eitur Jen McCreight.

Møguliga er orsøkin til at vit hóast alt eru so fáar í talið, at ateistisku feløgini ikki duga at tiltrekkja okkum. Eg haldi hetta er eitt øgiliga gott boð uppá hvat manglar. Eg hevði í hvussu so er dyrkað ljósareyðar ponniar ;)

(meira…)

Jólatrø – gudilig?

Ása Johannesen

Vinarligi Gudloysingurin Hemant Metha tók í einum blogguposti fyri jól undir við David Silverman ( formaður í American Atheists) um at jólatrø ikki hoyra heima á arbeiðsplássum tí at tað fær summi at føla seg uttanfyri (les gudloysingar og fólk av aðrari trúgv enn kristin) og hevur onki við arbeiði at gera.

Tað undrar meg eitt sindur, at David og Hemant hava nakað ímóti jólatrøum. Einglar, Jesus (á krossi ella í krubbu), krossar og annað tílíkt við veruligum átrúnaðarligum symbolvirði er eitt sindur ekskluderandi og sipar til eina ávísa mytu, sum bara kristin trúgva. Jólatrø gera als onki tílíkt tó at pyntið onkuntíð er religiøst. Ikki bara eru jólatrø ikki serliga kristilig, tey vera eisini brúkt uttan nakað kristi symbolvirði. Til dømis hava turkar (fyri tað mesta muslimar) jólatrø líka sum okkara tó at tey kallað tey nýggjárstrø. Nakað líknandi hendir eisini í Russlandi.

Her finnast nøkur jólatrø frá føroyskum gudloysingum, sum halda tað er fínasta slag við jólatrøum og als onki hava ímóti at tey prýða um runt umkring, um tað so er á arbeiðsplássum, í stovum ella á vaglinum :)

Hvat halda tit? Hava tit myndir av tykkara jólatrøum og tíma tit at geva okkum tey? Kanska vit siga amerikanarunum frá, hvat vit halda um jólatrø…

Skeptisisma?

Í dag broytti eg mína Facebook vangamynd til eina reyða sløjfu í sympati við AIDS sjúklingar og avvarandi. Tað plagi eg at gera, tí eg haldi HIV er ein ófantaligur virussur, at hann skal vera so ringur at drepa, og fer so illa við fólki.

Tí frøddi tað meg eisini at hoyra, at pávin í Róm hevði funnið útav, at hítir kanska eru smartar viðhvørt, og tí ikki longur bannar øllum brúki av hítum. Hetta hóast hann enn heldur vit skulu hava so nógv børn sum gjørligt, og at vit synda forferdiligt um vit mogga, uttan at hava børn í kvittanum (høhø).

Flestu fólk eg eri vinur við á Facebook, vita at eg eri gudloysingur, lívfrøðingur og skeptikari, so flest teirra royna ikki at yvirbevísa meg um ymiskt yvirnáttúrligt ella gand osfr. Tí var eg eitt sindur hálvskelkað at fáa eini boð frá einum Facebook vini, sum eg møtti á bólkinum hjá Flúgvandi Spagetti Monstrinum (ateistar og vísindasinnað fólk, heila bundtið), um hvørt hann kundi útfordra mínar holdningar um AIDS. Hann segði, at hann visti eg var líka skeptiskt annløgd sum hann, og at hann tí helt eg fór at halda tað vera áhugavert, sum hann hevði at siga. Tað hann visti um AIDS var nevniliga, at tað bara er ein spurningur um at hava góða immunverju. Hann helt at sjúkur so sum AIDS, krabbamein og forkølilsi ongin trupulleiki vóru, um vit bara ótu nóg sunt og ikki misbrúktu rúsevni. (meira…)