Postar merktir ‘ateisma’

Eg orki ikki fyri heitinum “Ateist”

Hví skal eg definera meg sjálvan sum tað mótsatta av eini institutión so tápuligari, skaðiligari og primitivari sum religión? Hví skulu tey, sum definera seg sjálvi sum trúgvandi, teist, ella annað tápuligt, sleppa at bestemma hvat eg skal kallast?

Eg eri eisini a-jólanissist, tvs. at eg trúgvi ikki at jólamaðurin er til. Eg eri eisini a-astrolog, tvs. eg eri ikki samdur í, at okkara framtíð kann spáast útfrá hvar planetirnar eru staddar.

Men hetta mugu tey “trúgvandi” sjálvi um at kalla meg. Eg nokti at (more…)

Miðlarák um Gudloysi

Í sambandi við at felagið fyri føroysk ivasom og tortrúgvin, Gudloysi,
varð stovnað í 2008, tók seg stutt eftir upp eitt kjak um átrúnað og vantrúgv í
miðlunum.

Útvarpsviðtala við Heina Reinert kl. 12:20 21.08.08

[mp3]http://gudloysi.fo/media/2108081220.mp3[/mp3]

Útvarpsviðtala við Heina Reinert kl. 18:00 21.08.08

[mp3]http://gudloysi.fo/media/b2108081800.mp3[/mp3]

Útvarpsviðtala við Jógvan Fríðriksson 25.08.08

[mp3]http://gudloysi.fo/media/2508081800.mp3[/mp3]

Niðanfyri: Innslag frá Degi og viku tann 26. august, 2008. Rói Patursson, heimspekingur, og Bergur Debes Joensen, prestur, veita viðmerkingar til nýstovnaða felagið Gudloysi.
YouTube Preview Image

Fylgjandi lesarabræv var at síggja í Dimmalætting tann 28. august, 2008, og var tað eitt beinleiðis aftursvar til viðmerkingar Bergur Debes Joensens í Degi og viku.

Gudloysi til frama fyri øll

Vegna Gudloysi,
Heini Reinert
Fyri at ein kristin skal uppfatast sum missionerandi, má hann ágrýtin banka á hurðar, deila faldarar út á Vaglinum ella fara til Afrika at spreiða gleðiboðskapin. Ein gudloysingur hevur eyðsæð heitið ’missionerur’ uppiborið, bert tí hann ikki dylur sína vantandi sannføring. Hesa dupultu meginreglu kundi ein ogna sær við at lurta eftir Bergi Debes Joensen, presti, í Degi og Viku, tann 26. august. Umboðar vantandi trúgv veruliga eitt so ómetaliga sannførandi trúvirði? Er tað nóg mikið fyri ein gudloysing at vera til fyri at umvenda fjøldina til síni sjónarmið? Ella er tað so einfalt, at Bergur Debes Joensen hevur misskilt Gudloysi á einum grundleggjandi støði?

Víðgongdir gudloysingar?

Hendan sjónfílin talar fyri seg sjálva, haldi eg.

YouTube Preview Image

Ongin Guð er til


Eftir Penn Jillette

Penn Jillette er tann hægra, harðmæltara helvtin av ganda- og skemtiparinum Penn og Teller. Hann er stýrislimur innanfyri gransking á Cato Stovninum og hevur hildið fyrilestrar á Oxford og MIT. Penn hevur verið hjáhøvundur á trimum metseljandi bókaverkum, og er leiðandi leikstjóri á dokumentarfilminum “The Aristocrats.”

Heini Reinert týddi.
Upprunaliga ritgerðin er at finna her.

Morning Edition, November 21, 2005. Eg trúgvi, at ongin Guð er til. Eg havi førkað meg longri enn ateismu. Ateisma er at ikki trúgva á Guð. At ikki trúgva á Guð er lætt – – tú kanst ikki prógva noktandi, so onki arbeiði er at gera. Tú kanst ikki prógva, at ongin fílur er í viðførisrúminum á mínum bili. Ert tú vísur? Hvussu nú? Kanska krógvaði hann seg bara í áðni. Hygg aftur. Nevndi eg, at mín persónliga og inniliga skilmarkan av orðinum “fílur” eisini fevnur um duldarkenslu, skipan, góðvild, kærleika og eitt eykadekk?

(more…)

Gudsavnoktarin vil broyta heimin

Viðtala við John Johannesen eftir Heina í Skorini

Endurgivið úr Sosialinum 11. desember 2004 uttan loyvi.

Hann stríðist móti religiónini. Hann er gudsavnoktari. Og hann vil broyta heimin. 28 ára gamli havnarmaðurin John Johannesen vil skifta yvirtrúgv út við heimspeki og fornuft, og í framtíðini ynskir hann at fara undir fyrilestrarvirksemi í Føroyum. Sosialurin hevur hitt ambitiøsa ateistin

Keypmannahavn: Komin út á Grønjordskollegiið á Amager ein illsligan regndag seint í november stígi eg inn í lítla kamarið. Millum bøkur, pappír og tvær teldur á óruddiliga skrivaraborðinum bjóðar 28 ára gamli havnarmaðurin John Johannesen vælkomin.
Fyri nøkrum árum síðani trein ungi havnarmaðurin inn á almenna, føroyska kjakpallin. Við hvøssum penni var kristindómurin undir sjóneyku, og viðgerðin var náðileys. Kristnu Føroyar høvdu fingið ein mótstøðumann, sum ikki spardi uppá krútið í kontantu lesarabrøvunum. Mótstøðumenninir vórðu skjótir at svara, og kjakið gekk stundum harðliga fyri seg. John Johannesen gjørdist eitt alment navn í átrúnaðarliga kjakinum.
Men eftir intensa skriving hvarv luttøka hansara í føroysku fjølmiðlunum, og nú eru tvey ár liðin, síðani revsandi skribenturin hevur markerað seg. Hann lesur heimspeki á Københavns Universitet, og Sosialurin hevur hitt mannin til eitt prát um lívsáskoðan.

(more…)

Merki: