Postar merktir ‘ateist’

Trúgv

Trúgv

Heb 11:1 sigur: “Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst.”

Onkuntíð ella javnan faktiskt, havi eg hoyrt kristin sagt, at atistar sjálvir hava sína ”trúgv”. Teir trúgva ikki at trúgva. At vera ateist o.s.fr. er ein ”trúgv”.

(Pá)Trúgv?

Trúgv er nakað løgið nakað. Ein kann hoyra fornuftig fólk siga ”7 9 13” og ”knock on wood” ella ”banka undir borðið”. Hetta er sjálvandi pátrúgv, men verður gjørt í ramasta álvara, og fyri ikki at gloyma hugtakið ”at taka orðið av tí”.
Trúgv er ikki heilt tað sama.

Um vit eru heilt erlig, so eru vit, sum trúgva uppá Guð eitt sindur snedig. Trúgva uppá ein kanútt upp í skíggjunum. Tað kann eingin avnokta. Høvdu vit bara havt eitt vísindaligt samfelag, so er eingin ivi um, hvat hevði hent við onkrum, sum byrjaði at snakka soleiðis.

Uppvaksin trúgv?
Hebrearabrævið 11:1 sigur tað jú eisini so gott. Og tað er her dilemmaði ofta uppstendur. Tað er ein spurningur um trúgv. Ikki ein spurningur um beinleiðis prógv! Kristin trúgva. Uppá Guð. Tað, sum ikki sæst.
Ei heldur kunnu kristin vænta at ateistar skulu trúgva. Tí teir trúgva ikki, og so uppfylla teir ei heldur kriteriini fyri 6. vers í Hebrearabræviunum:
”Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann.”

Tí haldi eg ofta at kjak millum kristin og onnur, sum ikki trúgva er nyttuleyst. Tá tosið eg ikki um kjak um vísindalig prógv fyri Jesu eksistens og onkran kong o.s.fr. Men, hetta her at tosa um bara Guð kann hava skapt alt, og tað KANN ikki vera komið av tilvild.

Eg er heilt erligur. Eg trúgvi ikki uppá tilvildina. Mítt einasta mótargument, er at eg haldið at tíðarskeiði er alt ov stutt fyri menningarlæruna. Eg havi ikki sett meg í tað nágreiniliga, og farið ei heldur. Eg trúgvi uppá Guð, og eri ikki upptikin av at skula umvenda onkran, sum ikki trýr (eftirsum at eg eri fráfallin, so hevur hatta ligið í skuffuni í góð 11 ár).

Mín trúgv er so inngrógvin at eg megni ikki at sleppa henni. Havi ongan tørv heldur at sleppa henni. Eg er slettis ikki praktiserandi (bannið tó ikki), men trúgvin hongur við. Hvussu leingi veit eg ikki, men so tvørur sum eg eri, verður tað nokk leingi.

Um eg skal geva nakað gott ráð til ateistar, so er tað hetta: Ikki spill tíðina uppá kristin, tey trúgva. Og við trúgv eru ikki heilt somu viðurskifti galdandi. Eingin umbering, bert ein staðfesting.

Harmoni
Kann tað so vera harmoni í einum samfelagi við trúgv? Skal tað vera, ella hvat skilja vit vit við harmoni? Einkult er tað ikki, men fyri tað mugu vit so nøkulunda finna útav at liva í sama samfelagið. Vit fara sjálvandi ikki altíð at góðtaka alt hjá hvørjum øðrum, men vit mugu minnast til at einki má ganga út yvir persónligt frælsi so leingi tað er innan fyri lógarinnar mark.

p.s. meðan tit lesa hetta, hugni eg mær í Kina, gott við nýmótans tøkni.

p.p.s. nú sitið eg í Danmark, har eg havið funnið útav, at eg ikki trýsti rætt, tískil er bloggin forsinkað

 

Merki: ,

Hvat vita vit?

Mangan undrast fólk yvir útsagnir, sum kristin, og serliga kristnir politikarar koma við, og umvent. Stórsti spurningurin, er tó hvat er grundarlagið? Hvaðani koma hesa vælsignaðu útsagnir? Hvat fyri vitan hava hesi fólk?

Bíblian
er ein bók, sum ikki verður lisið serliga gjølla, av alt ov nógvum fólkum. Um ein skuldi komi til nakra niðurstøðu, útfrá hvussu heimurin sær út, so hava fólk lisið hana sera illa. Nær sóu vit t.d. onkran kristnan finnast at pengagreðingum og húðflongja teir, sum Jesus gjørdi? Gott nokk var tað í templinum, men í okkara vælferðarsamfelag har solidaritetur er høvðussetningur, kann tað saktans brúkast.

Nakrar útsagnir, sum sleppa at vera ónevndar av nógvum kristnum:
”Drekkið tykkum ikki drukkin í víni….” altso ein kann gott drekka, bara ansa eftir.
”Gevið manni við svárum sorgum, sterkan drykk, so hann kann gloyma”
”Verið nøgdur við løn tykkara” Jesus til hermenn.
o.s.fr.

Bíblian inniheldur nógv, og serliga nógvar (more…)