Postar merktir ‘Baptist’

Guð er ikki til: Takk og lov fyri tí! – Partur 1.

Her er mín vitnisburður. Ein frágreiðing um hvussu eg kom til frelsu – frá kristindómi. Hetta er ein stutt lýsing um hvussu eg varð uppdrigin kristin, livdi eitt hálvgum kristiligt tannáringa-lív og til endans forkastaði eina religión, sum eg meti hevur stolið nógv gleðis-ár frá mínum barndómi. Misskil meg ikki; eg eri glaður fyri tað uppalingina eg havi fingið, og eg havi tikið alt eg havi upplivað til mín og lært av tí. Tað ringa sum tað góða. Hetta eru tær hugleiðingarnar eg havi gjørt mær um hvussu alt hetta hevur formað meg til tann eg eri í dag.
Eg varð føddur trý ár áðrenn mamma og pápi vóru gift. Mamma baptist, pápi kirkjufólk. Eg varð doyptur. Vit búðu í Runavík saman við ommu, abba, langommu og pápabeiggjum. Fyrsta minni eg havi, er at berjast við granna mínum í einum sandkassa uttanfyri teirra hús. Eg vann, haldi eg. Tá eg var umleið fimm ára gamal, hevði pápi bygt eitt hús longri úti á Saltangará. Vit fluttu hartil. Eg var eitt barn sum hevði tað best við at spæla úti og dugdi óluksáliga væl at spæla Amiga og Commodore 64, og dámdi væl at hyggja eftir VHS bondum og lesa bøkur. Tað mesta av hesum gjørdi eg einsamallur. Tað hevði so við sær at eg hugsaði sera, sera nógv. Hetta serliga tá eg var úti í náttúruni, har eg hevði tað best, og ongin kundi órógva mínar tankar. So, man kann siga at eg longu var blivin smáfilosofiskur sum piltur. Eg spurdi nógvar spurningar, sum børn flest gera. Mangir av mínum spurningum snúði seg um hvat ting vóru og hvat goymdi seg aftanfyri eitthvørt. Til dømis spurdi eg oftani mammu mína um hvat var inni í nøkrum “spøkilsishúsum” í Runavík sum høvdu staðið tóm í fleiri ár, ella hvat var undir øllum dekslunum í vegnum/fortovinum ella bara hvat teir løgnu gulu páhengs-vognarnir hjá kommununi vóru. Svarið var sum oftast: Har býr illimaður. Tað er ikki ringt at rokna út, at hetta var bert fyri at verja meg frá at koma til skaða, og ikki fara har sum eg ikki burdi farið. Allarhelst onkuntíð eisini tí at mamma nokk ikki hevur vitað tað veruliga svarið. Man kann gita seg til, at hetta er mátin hennara ættarlið er uppdrigið sum konservativir baptistar í Klaksvík – at merkja tað ókenda sum (more…)