Postar merktir ‘Bergur Debes Joensen’

Vit eru álvar!

Fyrr í dag varð eg liðugur at lesa bøkurnar báðar Eragon og Eldest úr bókarøðini Inheritance Cycle hjá Christopher Paolini. Onkur kennir kanska filmin, ið er grundaður (leysliga) á fyrstu bókina. Eg vildi heldur viðmælt bøkurnar enn filmin, tó at eg helt, filmin vera væl verdan at hyggja at. Tað er tó ikki tað eg vil tosa um, men heldur fylgjandi brot úr Eldest, sum eg læs meg framá:

“Meistari, seinastu nátt kom tað mær í hug, at hvørki tú ella tær hundraðtals av bókarullum álvanna, ið eg havi lisið, nevndu (more…)

Aftursvar til Berg D. Joensen

Gudloysi hóttir ongan

Grundarlagið og endamálið við felagskapinum Gudloysi er at virka fyri at kirkjan, og allar trúgvir fyri tanns skyld, vera loystar frá landinum, og at religión á ongan hátt skal umboðast av tí almenna. Harafturat vil Gudloysi virka fyri at upplýsa almenningin um gudloysi. Vit vilja vísa á at vit eisini eru til og at allir føroyingar ikki eru kristnir.

Tað at kristin mugu trúgva, tí tey ikki kunna vita ella fáa nakað prógv fyri sínari heimsmynd merkir ikki at øll onnur eisini noyðast at gera tað. Bergur D. Joensen sigur at vit eru øll felags um eitt, og tað er at hava eina heimsmynd og eina trúgv. Eina heimsmynd kann eg vera samdur í at flest øll hava, men (more…)