Postar merktir ‘billboard’

Takk fyri McElroy Church of Christ

USA er veruliga eitt serdømi tá tað kemur til religión. Tey hava sundurskilt kirkju og stat. Hetta elvir til mikla kapping millum kirkjunar, tí tær eru sum ein fyritøka, har peningaligi umsetningurin hevur avgerandi týdningin.
Kirkjunar reklamera líkasum SMS ella Super Brugsen, við stórum plakattalvum ella “billboards” sum ofta standa við vegkantar, og tær religiøsu plakattalvurnar eru ofta orsøk til stórt kjak í USA.

Well.. fyri nøkrum vikum síðani kom ein heldur áhugaverd plakattalva til sjóndar í statinum Ohio. Hon var fíggjað av einari kirkju, sum kallast McElroy Road Church of Christ. Plakatin tosar fyri seg sjálva:

There is no god
Samdur!
Don’t believe everything you hear
Aftur samdur!

Plakatin berir ein ateistiskan boðskap, og enntá ein skeptiskan boðskap. Hatta er jú deiligt at síggja.
Takk fyri “McElroy Road Church of Christ”. Eg kundi ikki orða tað betur sjálvur.