Postar merktir ‘Charles Darwin’

Zeitgeist & Alternativ viðgerð

Nú havi eg nóg ofta hoyrt vælmeinandi fólk referera til Zeitgeist filmarnir, og tað er ómetaliga irriterandi.
”Zeitgeist the movie” er td. etandi fullur í feilum, og tað mesta av filminum passar simpelten ikki.
Tað er so lætt sum, at leita á google eftir ”zeitgeist debunk” ella okkurt líknandi. Tað er ikki ringt at eftirkanna sovornar absurdar pástandir sum td. teir í Zeitgeist filminum. Eg kundi skriva eina gjølla gjøgnumgongd av tí… men tað tími eg barasta ikki!

In other news – Politiken skrivaði tann sekstanda, at ein kanning frá ”Videns- og Forskningscenter for Alternativ Behandling” vísti at triðja hvørt sjúkrahús í Danmark brúkar alternativa viðgerð, 97% av tí er akupunktur. Eisini vísti kanningin at áttinda hvørt sjúkrahús granskar beint í alternativari viðgerð, and that makes me a sad panda. (www.bit.ly/alternativb)

Tólvti februar var Darwindagur. Ateistisk Selskab í Danmark markeraði dagin við sergjørdari øl sum kallaðist “OriginAle” og fyrilestrar í Aarhus og Keypmannahavn.
Tillukku við føðingardegnum Charlie!

Miðlarák um Dialogos

Í sambandi við at Dialogos varð stovnað, tók seg stutt eftir upp eitt kjak um vísindi sum heild og menningarlæruna serstakliga og nógvir anti-vísindalig trúgvandi luftaðu meiningar í miðlunum. Fylgjandi lesarabræv var at síggja í Dimmalætting tann 10. februar, 2009, og var eitt beinleiðis aftursvar til ein teirra.

Takka í minsta lagi fyri veruligu gávuna

Mikudagin 4. februar spyr Svein Askildsen í lesarabrævi í Dimmu, hvørjum hann skal siga takk. So stuttligt, tað annars er, at syngja barnasangir, vilja vit heldur viðgera, hvat vit eiga at siga takk fyri.

At brúka Bíbliuna til at vátta sannleikan í Bíbliuni er sum ein roynd at lyfta seg sjálvan við at royta seg nóg harðliga. Vit eru tó ikki áhugað í at úttala okkum um, hvørt Bíblian lýgur ella ikki. Lygn er ikki mótsett sannindum. Lygn er mótsett erligheit. Vit eru onga løtu í iva um, at uttan mun til, hvat fólk trúgva, so eru tey erlig í síni trúgv. Um átrúnaður Askildsens er sannur, má hesin sannleikin eisini kunna síggjast aftur í veruleikanum.

(more…)