Postar merktir ‘Dialogos’

Mørk

Eitt mark kann setast ímillum tey, ið halda at mósebøkurnar eru góðar keldur til uppruna heimsins og tey ið ikki halda tað. Har stendur til dømis Miðflokkurin hinumegin markið, meðan Dialogos, saman við okkum Gudloysingum, stendur okkara megin.

Eitt annað mark kann setast ímillum tey, ið halda at Jesu móðir ikki var í song við nøkrum manni áðrenn hon átti Jesus, at Jesus gjørdi vatn til vín og at hann reis upp frá deyðum og fór kropsliga til himmals. Har standa Miðflokkurin og Dialogos saman hinumgin markið, meðan vit gudloysingar standa, helst rættiliga einsamallir, okkara megin. Eg trúgvi ikki tú finnur ein einasta, ið kallar seg kristnan av nøkrum slag standa okkara megin, tí at trúgva (more…)

Miðlarák um Dialogos

Í sambandi við at Dialogos varð stovnað, tók seg stutt eftir upp eitt kjak um vísindi sum heild og menningarlæruna serstakliga og nógvir anti-vísindalig trúgvandi luftaðu meiningar í miðlunum. Fylgjandi lesarabræv var at síggja í Dimmalætting tann 10. februar, 2009, og var eitt beinleiðis aftursvar til ein teirra.

Takka í minsta lagi fyri veruligu gávuna

Mikudagin 4. februar spyr Svein Askildsen í lesarabrævi í Dimmu, hvørjum hann skal siga takk. So stuttligt, tað annars er, at syngja barnasangir, vilja vit heldur viðgera, hvat vit eiga at siga takk fyri.

At brúka Bíbliuna til at vátta sannleikan í Bíbliuni er sum ein roynd at lyfta seg sjálvan við at royta seg nóg harðliga. Vit eru tó ikki áhugað í at úttala okkum um, hvørt Bíblian lýgur ella ikki. Lygn er ikki mótsett sannindum. Lygn er mótsett erligheit. Vit eru onga løtu í iva um, at uttan mun til, hvat fólk trúgva, so eru tey erlig í síni trúgv. Um átrúnaður Askildsens er sannur, má hesin sannleikin eisini kunna síggjast aftur í veruleikanum.

(more…)