Postar merktir ‘feminisma’

Islam, kvinnur og mentanir

Ása JohannesenEin rúgva av hendingum og tankum millum ár og dag eru bakgrund fyri hesum posti, men eg havi ongantíð ordiliga havt eitt høvi at skriva um tað. Ein blogga eg fann á Twitter gav mær eitt lítið spark at koma í gongd við at skriva. Bloggan er hjá einari kvinnu, sum býr í Egyptalandi og í einum posti fortelur hon um eina lítla roynd hon gjørdi við at lata seg úr slørinum meðan hon var og ferðaðist í Evropa.

Hon sigur, at hon vanliga gongur við sløri av tveimum orsøkum: Hon heldur at kanska er tað kravt av Allah og hon veit at familja og vinir ikki høvdu (more…)

Kvinnuligir gudloysingar?

Sum einasti kvinnuligi bloggari her á Gudloysi má eg heldur royna at umboða mítt kyn eitt sindur. Yviri í USA hevur nógv prát verið um at kvinnur ikki eru nóg væl umboðaðar innan ateistarørsluna, hetta hóast vit hava kvinnur sum Ayaan Hirsi Ali, Eugenie Scott, Ariane Sherine og Julia Sweeney, sum bara eru nakrar fáar av langa listanum hjá enn einari ungari ateistiskari kvinnu, sum eitur Jen McCreight.

Møguliga er orsøkin til at vit hóast alt eru so fáar í talið, at ateistisku feløgini ikki duga at tiltrekkja okkum. Eg haldi hetta er eitt øgiliga gott boð uppá hvat manglar. Eg hevði í hvussu so er dyrkað ljósareyðar ponniar 😉

YouTube Preview Image

(more…)