Ein allýsingarspurningur
Eg tók í nakkan á mær sjálvum fyri nøkrum døgum síðani, og noyddi meg at hyggja eftir einari sending sum eitir “Exposing Atheism” (http://bit.ly/ExpAth).
Eg kláraði við neyð og deyð at hyggja í 45 min, tað var ræðuligt, men eg haldi at eg lærdi okkurt.
Trupulleikin er, at tey insistera á eina øgiliga smala definisjón av ateismu, og eg rokni við at sovornar feildefinisjónir eru ein stór ársøk til at nógv ikki skilja ateistar.
(meira…)

Eg kann ikki torga heitið “fríur vilji.” Tað er ikki tí at eg haldi, at vit ongan slíkan hava. Tað hevur heldur onki at gera við, at mær ikki dámar, at vit hava ein. Eg veit heilt einfalt ikki, um vit hava ein “frían vilja,” tí eg veit ikki hvat orðið merkir. Jú, sjálvandi veit eg hvat tað er at vilja okkurt og eg veit eisini nøkulunda hvat lýsingarorðið “fríur” er fyri ein stødd. Men tá fólk – ofta trúgvandi – tosa við meg um frían vilja blívir alt til ein vavgreyt og eg fái varhugan av, at persónurin eg tosi við, ikki sjálvur veit hvat hann ella hon tosar um. Eg havi viðhvørt spurt, men um eg onkra hendinga fer eri so heppin at fáa eitt greitt svar (tað hendir sjáldan) so verður tann fríi viljin tó aldrin verandi tann sami til endan av samrøðuni.





