Hevur Jørgen Niclasen misskilt okkurt?
Aftursvar til lesarabrævið ’Mannarættindadómstólurin á vandaleið’
Eg var um at fáa kaffimunnin í rangastrúpan, tá eg fríggjadagin 6/11 í Dimmu las viðmerking uttanríkismálaráðharrans til avgerðina, mannarættindadómstólurin í Straussbourg júst hevur felt. Her bleiv noktað kristna krossinum at hanga í italskari skúlastovu. Jørgen Niclasen rør í viðmerking síni til málið uppundir, at mannarættindi eiga sín uppruna í kristindómi, og at sýtan av átrúnaðarligum ímyndum í almenna rúminum er ein vandagerð fyri framtíðar mannarættindi. Uttanríkismálaráðharrin fer longri enn so: avgerðin er enntá brot á mannarættindini. Sig mær, hevur uttanríkismálaráðharrin fullkomiliga misskilt okkurt?
At vera við, at mannarættindi spretta beinleiðis úr kristindómi, er ov lætt. Íbúgvar vesturheimsins høvdu ikki átrúnaðarligt frælsi í farnum øldum. Øll vóru ”kristin”. Søgdu tey seg vera annað, mistu tey høvdið. Tað er tískil næstan komiskt at staðfesta, at einasta orsøk til at uttanríkisráðharrin kann siga, at mannarættindi spretta úr kristindómi, er tí at kristindómur ikki hevur virt mannarættindi. Ikki hevur virt átrúnaðarligt frælsi.






