Postar merktir ‘frælsi’

Menningarlæran úti fyri ágangi

Í 2007 bleiv framlagt og viðtikið eitt uppskot til eina resolutión viðvíkjandi tí ágangi sum vísund, nærmari bestemt evolutión, er úti fyri allastaðni í Europa. Hetta vísur klárt hvat tað er sum hendur rundan um okkum og hvussu forsprákarar fyri kreationismu og intelligent design royna at sníkja teirra trúgv inn í undirvísingina í vísund.

Hon er at finna her: http://bit.ly/bbhkVd

Hesum hevur millum annað okkara lokali ID-fortalari og kreationistur, Høgni Johannesen fingið ilt í reyvina av. Eg ætli mær slett ikki at viðgera nakað hann hevur skrivað um tað, tí tað er, sum ikki einaferð, ikki vert at brúka mína tíð uppá. Men eg gevi her mítt boð uppá hvussu eg síggi hesa resolutiónina og hvat hon kann siga um Føroyar.

Intelligent design og kreationisma er tað sama, so eg kalli tað bara fyri ID undir einum frá nú av.

Uppskotið vísur á eina rúgvu av dømum, um at royndir eru gjørdar at tvinga ID inn ella menningarlæruna út úr vísundaundirvísingini. Hetta hendur í flestøllum londum í Europa, og er eisini við at vinda uppá seg í Føroyum.

Málið hjá ID er undirvísing og tey trúgvandi stríðast hart fyri at fáa teirra læru við í tað pensum sum umfatar vísund. Tó kann ID ikki pástanda at vera ein vísund.

ID er ein roynd at klæða religión út sum vísund, fyri síðani at fáa hana inn í okkara skúlar sum vísund. Hetta var fyrstu nógvu árini í stóran mun eitt Amerikanskt fyribrygdi, men nú eru hesir tankar á veg til Europa og til okkara egnu skúlar.

Hesin ágangur á menningarlæruna er við at vinda uppá seg í Føroyum eisini, so tað er uppá tíðina at fólk sum vilja okkara ungu og okkara landi tað besta, taka seg saman og gera okkurt við hetta.

Sum eg skilji tað, er standurin ringur í Føroyum. Eg veit at lærarar nógvastaðni aftra seg við at nevna menningaræruna, tí teir vita at so fáa teir nøkur av foreldrunum ella skúlaleiðsluna uppá nakkan.

Tískil er tað enn meira umráðandi at fáa eina líknandi lóg í Føroyum enn aðrastaðni. Tað kann vera at ID ikki hevur innivist í vísundaundirvísingini, men menningarlæran hevur tað so sanniliga heldur ikki. Hetta er fúl skomm og eigur at smakka illa í munninum hjá bæði skúlaleiðslum og mentamálaráðnum, sum umsitur skúlarnar og avger hvørjum børnini skulu móttaka undirvísing i.

Eg haldi at vit við fyrimuni kundi tikið undir við hesi resolutiónini hjá Europaráðnum, so at vit kunnu tryggja at undirvísingin í okkara skúlum kann halda sama støði sum í londunum rundanum okkum, og ikki blívur avskeplað av religiøsari uppíblandan.

 

P-tøl til eggloysnir!

Okkurt um 99% av menniskjum vera dripin ella doyggja áðrenn tey eru fødd.

Tað er tó bert satt, um tú kallar hvørt embryo (inntil 8. vikur), hvønn blastocyst (70-100 sellur, ca. aftaná 5 dagar) og hvørja sygotu (gitin eggkykna) fyri eitt menniskja.
Kenna tit nú samkenslu við hesari gitnu eggkyknu? Hendan klumpin av biologiskum evni, sum hevur meira til felags við eina kolera bakteriu enn tað hevur við eitt vaksið menniskja, ella eitt barn. Hendan eggkyknan, sum sikkurt inniheldur minni menniskja, enn snorið í lummaturriklæðinum hjá tær.

Mínar samanlíkningar við snor og kolera skulu ikki misskiljast. Mátin sum lív mennir seg frá 0 til menniskja uppá einar 40 vikur er einki minni enn bergtakandi, men bergtøka merkir ikki at tað er ónertiligt.
(meira…)

Friðarbogin – Hvar eru tit?!

Føroyar er einasta norðurland og eitt av heilt fáu londunum í vestur Evropa har skrásett parlag fyri samkynd ikki er lógligt.

Ikki les víðari enn!
Lat hatta fyrst “sjúnka” eina løtu.

Eru vit veruliga betur vitandi enn øll onnur norðanlond á hesum málinum?
Hava vit veruliga fatur í langa endanum, tá ið vit, sum einasta norðurland, ikki loyva samkynd at skráseta seg?
(meira…)

Frískúlin Keldan – enn einaferð

Tá tað var almannakunngjørt at Keldan vildi stovna ein frískúla, sendi Gudloysi út eitt tíðindaskriv, sum gjørdi klárt, at felagskapurin stóð inn fyri rættin at stovna frískúlar, so leingi sum teir fylgja lógarinnar krøv. Tað bleiv eisini spekulerað, um hetta kanska vildi lætta um “átrúnaðarliga trýstið” í almenna fólkaskúlanum.

Forholdið millum Gudloysi og frískúlan Kelduna var nógv skrivað um, og nógv vóru heldur ónøgd við politikkin hjá Gudloysi hesum málið viðvíkjandi. Eg vil siga at felagið Gudloysi gjørdi væl av, við at acceptera hendan frískúlan, og heldur royna at vísa fólk eitt sindur á fólkaskúlalógina (sum veruliga er hol í høvdið).

Persónliga haldi eg tó, at hesin kristni frískúlin, soleiðis sum hann var frammborðin av Jastrid Høj, (samkomuleiðara í Kelduni, Skúlastjóri og lærari í frískúlanum Kelduni), í sjónvarpssendingini Refleksjón tann 26 september 2010 virkar… eitt sindur….. svakur. (meira…)

Nær fáa vit lívsáskoðanarfrælsi í fólksins skúla?

sosialurinlogo

Fylgjandi lesarabræv var at síggja í Dimmalætting og Sosialinum 5. – 6. Juni, 2002.

Skrivað hevur: Høgni av Heiði

Tann ráðandi lívsáskoðanarpolitikkurin í Føroyum er í nógvar mátar ein leivd av einum gomlum maktpolitikki, sum kanska er best lýstur við teimum 400 ára gomlu bókstavunum RFP uppi á Rundatorni í Keypmannahavn: Regna firmat pietas. Frómleiki styrkir ríkini!

Sum so mangir aðrir valdsharrar, sóu Kristian fjórði og hinir donsku einavaldskongarnir, hvussu væl tann kristna uppalingin – serliga boðini um at vera lýðin móti tí av Gudi fyriskipaðu yvirvøldini (Róm.13) – kundi brúkast til at halga og varðveita teirra vald. Afturfyri sín stuðul til einavaldskongin, fingu teir luthersku bisparnir sín vilja: Tann evangelisk-lutherska kirkjan skuldi verða einasta loyvda kirkjan í ríkinum, og tann evangelisk-lutherska læran einasta loyvda lívsáskoðanin. Katolikkar, baptistar, gudloysingar og onnur vórðu bannað. Leingi livdi fólkið undir grummum harðræði og ófrælsi. Men so líðandi hevjaðu djarvir menn og djarvar kvinnur sína rødd. Humanistar funnust at harðskapinum, liberalistar funnust at ófrælsinum, vísindamenn funnust at býttleikanum. Fólk vildu hava møguleika at velja ímillum fleiri politiskar hugsjónir og lívsáskoðanir, eisini verðsligar og gudleysar. Og so við og við mistu kongur og kirkja sítt einavald. Vit fingu demokrati, og aðrar lívsáskoðanir vórðu loyvdar.

(meira…)