Postar merktir ‘Gudloysi’

Trúarfrælsi og sekularisering

mannarættindiniÍ Føroyum eru fleiri lógir galdandi, sum avmarka persónligt frælsi uttan nakra serliga góða orsøk. Ofta eru hesar lógir grundaðar á kristin virði, sum summi vilja hava okkara land at vera bygt á.

Vit meta ikki, at ein ávísur átrúnaður eigur at sleppa at avgerða hvat vit gera sunnudagar ella hvat okkara børn læra í skúlanum. Hinvegin halda vit tað vera í beinleiðis andsøgn við trúarfrælsi.

Millum vitjandi á heimasíðuni hjá Gudloysi (gudloysi.fo) søgdu 59% seg vilja velja sín flokk frá til fyrimuns fyri ein annan flokk, um hesin vil tryggja einar meira sekulerar Føroyar.

Tískil valdu vit at spyrja okkara valevni nakrar fyri okkum sera viðkomandi spurningar. Hesir spurningar snúgva seg um trúarfrælsi, persónligt frælsi og talufrælsi. Sum einasta felag í Føroyum, vilja vit virka fyri 100% trúarfrælsi fyri øll. Hetta merkir, at ongin átrúnaður fær sersømdir í Føroyum framum nakran annan. Vit vóna, at fríkirkjur, ikki-kristin trúarsamfeløg og tey uttan trúgv á henda hátt kunnu fáa javnbjóðis sømdir her á landi við tey, ið hoyra til fólkakirkjuna.

Vit spurdu:

  • Er tíðin komin til at avtaka blasfemiparagraffina (§140 í revsilógini) í Føroyum?
  • Skal fólkaskúlin gevast, at uppala børn til at vera kristin? (§2, stk3 og §6 í fólkaskúlalógini)
  • Skulu fyritøkur kunna skipa sítt egna virksemi uttan forðanir frá halgidagslógini? (t.d. §5)
  • Skulu tvey av sama kyni kunna giftast á jøvnum føti við hinskynd?
  • Skulu kvinnur hava fullan avgerðarrætt til fosturtøku?
  • Skal fólkakirkjan setast á javnt føti við onnur trúarsamfeløg fyri soleiðis at tryggja fult trúarfrælsi í Føroyum?

Vit spurdu eisini hvørt valevnið vildi arbeiða miðvíst fyri ella ímóti hesum málum.

Vónandi svara nógv valevni, soleiðis at veljarar við sekularisering og trúarfrælsi sum hjartamál vita, hvar krossurin skal setast.

Vegna Gudloysi, Ása Johannesen

Ongin sannur skoti er hópdrápsmaður

Hvør er sannur kristin? Hvør er sannur gudloysingur?

‘Ongin sannur skoti’ er eitt heiti fyri eina logiska villu. Villan varð fyrstu ferð lýst í 1975 í bókini Thinking About Thinking eftir Antony Flew. “Ongin skoti etur havregreyt við sukri,” er eitt vanligt dømi, ið verður brúkt at lýsa villuna. Eitt mótmæli til hendan pástandin kundi verið: “Ja men gubbi mín er skoti, og hann etur havregreyt við sukri.” Logiska villan er, tá noktað verður at viðurkenna, at pástandurin er falskur, og ístaðin verður hann broyttur til: “Men ongin sannur skoti etur havregreyt við sukri!”

Dahmer og gudloysi

Frá seint í 70-árunum til tíðliga í 90-árunum drap Jeffrey Dahmer seytjan fólk. Dahmer segði seg vera (more…)

Eg veit ikki!

Vitan er vald verður sagt, men útsøgnin “Ignorerence is bliss!” er mær oftani runnin til hugs seinastu árini.
Eg kalli meg sjálvan fráfalnan kristnan og tað geri eg framvegis eftir 12 ár. Orsøkin fyri at eg ikki bara eri vorðin ein normalur ikki kristin, er at eg framvegis trúgvi uppá Guð.
Eg eri uppvaksin pins, og hemynd21vði tað vanligu rebelperiodina, har drekkast skuldi o.s.fr. Vardi tó bara inntil eg var 16 ár, so byrjaði eg aftur at vera ein aktivur kristin. Ella faktiskt táðstaðni byrjaði eg at gerast ein aktivur kristin. Óansæð, mín trugv er ikki horvin. Sjálvt um mínar hugsanir eru mentar nógvar, og broyttar, til tað betra skal heilsast og sigast, so hongur trúgvin enn fast við. Hvat sum heilt ger tað, veit eg ikki. Um tað er (more…)

Gudleys og Gudloysi. Hvat vilja vit?

Ása Johannesen

Heimasíðan hjá Gudloysi varð um mánaðarskfiti apríl-maj 2013 strikað av Spacetown.org uttan ávaring. (Les nærri frágreiðing her.) Neyðugt var tískil at flyta til ein nýggjan netvert og at endurstovna síðuna frá einum gomlum trygdarriti. Tíverri mistu vit onkrar bloggupostar og tilhoyrandi viðmerkingar. Hesin blogguposturin varð endurstovnaður 17. juni 2013 frá Bing cache. Tíverri er ikki gjørligt at endurstovna viðmerkingarnar. Vit her á Gudloysi eru framvegis ímóti at strika viðmerkingar, men tað sama kann ikki sigast um Spacetown. – Heini Reinert, skrivari

Gudloysingar hava ein image-trupulleika fyri tíðina. Vit eru frustrerað. So øgiliga frustrerað yvir hvat gongur fyri seg í almenna rúminum. Tað frustrerar okkum at síggja, hvussu átrúnaður forpestar kjakið um so mikið týdningarmikil ting sum barnauppaling, ræðið hjá kvinnum yvir egnum kroppi og undirvísing í skúlunum. Tað frustrerar okkum, at hoyra trúgvandi fortelja okkum, hvat *vit* trúgva og halda. Tað frustrerar okkum at hoyra um, hvussu kristni meirilutin følir seg forfylgdan og hóttan. Tað sigur seg sjálvt, at okkara frustrasjón má koma út onkursvegna. Og ein máti at gera hetta, er at gera gjøldur burturúr meiningunum hjá hartrópandi minnilutanum av kristnum.

Eg dugi væl at síggja, hví hetta er problematiskt og hví summi kristin føla seg órættvíst viðfarin. Eg veit eisini at summir, kanska meira tolnir, gudloysingar ikki føla seg (more…)

Instinkt yvir trúgv.

“Once more into the fray.

Into the last good fight I’ll ever know.

Live and die on this day.

Live and die on this day.”

(kelda: http://www.youtube.com/watch?v=_4XZxRbFNLI )

Filmurin “The Grey” sendi mínar tankar ímóti hesum.. Eg metið hendan at verða meira viðkomandi gudloysi.fo enn tað eg skrivaði seinast :)

faktiskt so er tað teir seinastu 5 minuttirnir av filminum sum tað snýr seg um, so major spoiler alert her! eg fari at avsløra hvat gongur fyri seg teir seinastu 5 minuttirnir.. (more…)