Prát við gudloysing í Parasol
Tann 10. august 2010 var viðtala við ein gudloysing, Torkil Olsen, at hoyra í sendingini Parasol. Felagið Gudloysi varð eisini nevnt, men ein kann undrast á, hví vertinnurnar vóru so áhaldandi at spyrja Torkil spurningar um okkum og hesa heimasíðuna, tá Torkil gjørdi tað greitt, at hann bert kundi tala fyri seg sjálvan. Sára Jógvansdóttir og Maria Ziskason, um tit eru forvitnar um okkum, kunnu tit so ikki bara tosa við okkum? Ikki tað, Torkil kláraði seg bara avbera væl, og tað hann segði um felagið (og heimasíðuna) var fullkomiliga rætt.
Úrklipta viðtalan um at vera gudloysingur:
Fyrsta hálva av sendingini er her:
Og seinna hálva kann finnast her:
Sendingin er heldur langdrigin, men eisini ógvuliga áhugaverd. Hæddarpunktini fyri meg vóru, tá umboðandi hvítusunnusamkomuna bleiv við og við at nevna tungutalu, alt meðan hann vissaði okkum um, at teir als ikki fokusera uppá tungutalu, og tá umboðandi Jehovas vitni segði seg ikki halda jól, tí jólini eru heiðin hátíð (púra beint) fyri síðani at vera sagdur ímóti av umboðinum fyri bahai, ið segði seg ikki halda jól, tí jólini eru kristin. Eg haldi bahai-fólk kanska skuldu fortalt Jehovas vitnum at tað er í lagi fyri tey at halda jól.








