Postar merktir ‘Høgni Johannesen’

Darwin, Stalin og kristin hugsanarháttur

Høgni Johannesen hevur skrivað eitt innlegg á sínum bloggi, har hann hugleiðir yvir evnið “Stalinisa Darwinisma og Ateisma”. Orsøkin til tess er, at ein av hansara lærusveinum – Bergur Nónklett – hevur skrivað á einum øðrum bloggi, har hann hugleiðir yvir “Sambandi millum darwinismu og Holocaust”. Hetta seinna innlegg er tann vælkenda svadan hjá summum kristnum um, at allir ræðuleikar í nýggjari tíð stava frá darwinismuni. Hesin einfaldi og søgufalsandi hugsanarháttur er ikki nakað eindømi millum kristin í dag, og verður hann væl stuðlaður av ivasomum keldum, m.a. bókin Hitler’s Table Talk, 1941-1944 and Hitler’s Secret Conversations, 1941-1944 sum tit kunnu lesa meira um her.

Har er tískil nógv við tí seinna innlegginum mann kundi valt at viðgjørt nærmari, men eg valdi at taka eitt uppáhald úr rúgvuni, og seta tað í brennidepilin (meira…)

Aftursvar til Høgna Johannesen

Høgni Johannesen hevur ómaka sær at skriva eitt aftursvar til mínar hugleiðingar um tann søguliga Jesus. Eg vil takka Høgna fyri at hava tikið sær tíð til at lesa mína viðmerking, og ikki minst skriva sítt – heldur langa – aftursvar.

Mín upprunaliga viðmerking um tann søguliga Jesus bleiv skrivað, tí tað er eitt rák innan kristindóm, har tað fyri summi trúgvandi ikki er nokk bara at trúgva. Hesin bólkur av trúgvandi hava tørv á søguligum og vísindaligum prógvum fyri síni trúgv. Hetta er ein bólkur av trúgvandi, sum Søren Kierkegaard í sínari tíð segði um, at tey vóru teir størstu guds spottarar av øllum. Sambært Kierkegaard, so kann ivin ikki køvast við skynsemi ella prógvum. Tað sum skal til, er eitt lív, ið eftirlíknar Jesus sjálvum, og at royna at køva ivan við skynsemi er at missa Kristus. Tað er eisini áhugavert, at Jesus sjálvur ikki royndi at sannføra nakran við at koma við skynsemi ella prógvum. Fyri hann var nokk at siga “Fylg mær eftir, og tú vilt finna útav, um eg tali av mær sjálvum ella um mín tala er gudsgivin”. (meira…)

Um at skilja hugtakið ‘blogga’

Fyrr í ár skrivaðu tveir av okkara blogguhøvundum – Eivind og Heri – hvør sín bloggupost, har teir góðu til kennar sínar persónligu meiningar um Jesu søguligheit. Síðani hevur Høgni Johannesen á Tórsportalinum skrivað eina langa, óhøfliga ákæru um, at Heri og serstakliga Eivind taka feil og beinleiðis lúgva. Persónliga síggi eg ikki, hví tað má merkja at onkur lýgur, bara tí tveir partar eru ósamdir. Um vit nú lata sum um, eg var samdur við Hera og Eivind, so haldi eg ikki Høgna lúgva fyri tað. Til ber at taka feil, hóast ein er erligur.

Hvørji síðu eri eg samdur við? (meira…)