Nær fáa vit lívsáskoðanarfrælsi í fólksins skúla?
Skrivað hevur: Høgni av Heiði
Tann ráðandi lívsáskoðanarpolitikkurin í Føroyum er í nógvar mátar ein leivd av einum gomlum maktpolitikki, sum kanska er best lýstur við teimum 400 ára gomlu bókstavunum RFP uppi á Rundatorni í Keypmannahavn: Regna firmat pietas. Frómleiki styrkir ríkini!
Sum so mangir aðrir valdsharrar, sóu Kristian fjórði og hinir donsku einavaldskongarnir, hvussu væl tann kristna uppalingin – serliga boðini um at vera lýðin móti tí av Gudi fyriskipaðu yvirvøldini (Róm.13) – kundi brúkast til at halga og varðveita teirra vald. Afturfyri sín stuðul til einavaldskongin, fingu teir luthersku bisparnir sín vilja: Tann evangelisk-lutherska kirkjan skuldi verða einasta loyvda kirkjan í ríkinum, og tann evangelisk-lutherska læran einasta loyvda lívsáskoðanin. Katolikkar, baptistar, gudloysingar og onnur vórðu bannað. Leingi livdi fólkið undir grummum harðræði og ófrælsi. Men so líðandi hevjaðu djarvir menn og djarvar kvinnur sína rødd. Humanistar funnust at harðskapinum, liberalistar funnust at ófrælsinum, vísindamenn funnust at býttleikanum. Fólk vildu hava møguleika at velja ímillum fleiri politiskar hugsjónir og lívsáskoðanir, eisini verðsligar og gudleysar. Og so við og við mistu kongur og kirkja sítt einavald. Vit fingu demokrati, og aðrar lívsáskoðanir vórðu loyvdar.






