Postar merktir ‘Hans Mols Mortensen’

Tankar um deyðshjálp

Hans Mols Mortensen sendi okkum á Gudloysi herfyri eitt lesarabræv um deyðshjálp, sum hann gjarna vildi hava lagt út á okkara bloggu. Lesarabrævið var at síggja í Sosialinum t. 29. apríl 2010, og bleiv viðkomandi aftur, tá Kringvarpið fyri stuttum vísti ein dokumentar um sama evni. Gudloysi hevur sum felag ikki nakra ávísa meining um evnið, men vit eru fyri kunning og kjaki. Um tú hevur tilfar til okkara bloggu, mást tú hjartans gjarna seta teg í samband við okkum.


Líðing er vanliga nakað, ið vit royna at minka um í okkara egna lívi og í lívinum hjá øðrum. Eins og vit ynskja øllum at koma í henda heim við so lítlari líðing sum gjørligt, ynskja vit at fara úr hesum heimi við so lítlari líðing sum gjørligt. Hóast hetta eru ymsar hugsanir um, hvørt vit eiga at hava lógartryggjaðan rætt til deyðshjálp. Tíverri standast ofta mótsetningarnir í orðaskiftinum av (more…)