Postar merktir ‘Heini Reinert’

Hvussu gudsloysnir rigga

Teknirøðin Saturday Morning Breakfast Cereal hevur í dag eina frálíka frágreiðing fyri hvussu theodicies – sum eg á føroyskum havi valt at kalla (meira…)

Framløga um vitugt snið

http://www.gudloysi.fo/media/Video/IntelligentDesign2011.flv

Herfyri helt eg hesa lítlu framløgu um Vitugt Snið fyri Leeds Atheist Society. Framløgan er leysliga grundað á ein heimspeki essay eg skrivaði um evnið.  Ljóðgóðskan er heldur vánalig og evnið er ikki líkafram lættisoppa, men eg vóni at mín boðskapur er skilligur kortini.

Ávaring! Heimspeki

Um at skilja hugtakið ‘blogga’

Fyrr í ár skrivaðu tveir av okkara blogguhøvundum – Eivind og Heri – hvør sín bloggupost, har teir góðu til kennar sínar persónligu meiningar um Jesu søguligheit. Síðani hevur Høgni Johannesen á Tórsportalinum skrivað eina langa, óhøfliga ákæru um, at Heri og serstakliga Eivind taka feil og beinleiðis lúgva. Persónliga síggi eg ikki, hví tað má merkja at onkur lýgur, bara tí tveir partar eru ósamdir. Um vit nú lata sum um, eg var samdur við Hera og Eivind, so haldi eg ikki Høgna lúgva fyri tað. Til ber at taka feil, hóast ein er erligur.

Hvørji síðu eri eg samdur við? (meira…)

GudloysiCast 2 (Mai útgávan)

Gudloysi logoPartur #2 tann 1. Mai 2011
Download link

Audio clip: Adobe Flash Player (version 9 or above) is required to play this audio clip. Download the latest version here. You also need to have JavaScript enabled in your browser.

So er nýggjur partur av GudloysiCast úti.
Abonnera til GudloysiCast gjøgnum okkara RSS feed ella Email lista

 

Í dag eru vit: Súni Joensen, Ása Johannesen, Heini Reinert og Jákup Lützen.

Dagsins nød er: Church of the Holy Sepulcher í Jerusalem.

leinkjur til tíðindir:

Vís »

Vit eru álvar!

Fyrr í dag varð eg liðugur at lesa bøkurnar báðar Eragon og Eldest úr bókarøðini Inheritance Cycle hjá Christopher Paolini. Onkur kennir kanska filmin, ið er grundaður (leysliga) á fyrstu bókina. Eg vildi heldur viðmælt bøkurnar enn filmin, tó at eg helt, filmin vera væl verdan at hyggja at. Tað er tó ikki tað eg vil tosa um, men heldur fylgjandi brot úr Eldest, sum eg læs meg framá:

“Meistari, seinastu nátt kom tað mær í hug, at hvørki tú ella tær hundraðtals av bókarullum álvanna, ið eg havi lisið, nevndu (meira…)