Postar merktir ‘helviti’

Guð er ikki til – Takk og lov fyri tí! – Partur 2.

Grannin hjá mær var tann fyrsti í grannalagnum sum átti ein Sega Mega Drive konsol. Eg mátti fara yvir at royna hann. Tá eg kom yvir har, hugsaði eg at hatta var ein skrepu konsollur, tí hann sat og spældi okkurt spæl við einari kettu sum skuldi samla súreplir saman og renna undan hundum ella okkurt líknandi. Hetta var tí at hann ikki slapp at spæla tað spælið ið fylgdi við konsollinum. Tá hann fór at eta, slapp eg at spæla og koyrdi beinavegin hitt spælið í sum var eitt freaking awesome spæl, við rúmdarverum og eksplosiónum. Eg bleiv fangaður og tveittur heim. Seinni fann eg útav, at hann heldur ikki slapp at hyggja at Scooby Doo á Cartoon Network. Ikki orsaka av spøkilsum, men tí at ein hundur tosaði í teknifilminum og tað var “ónattúrligt”. Tað var fyrstu ferð at eg hugsaði: “Fanin í steiki hasi fólkini eru býtt!”. Eg vildi í veruleikanum taka synd í honum, tí foreldrini noktaði honum hesi tingini orsaka av teirra religión, men hann var nakað so arrogantur um at tað var tað rætta og at hann fór til himmals, tí hann ikki gjørdi hesi tingini. So vit blívu nokkso skjótt óvinir aftaná hetta. Sjálvandi ivaðist eg av og á um eg fór at fara til helvitis fyri at hyggja at Scooby Doo ella spæla alien spøl. Soleiðis eru børn. (more…)