Postar merktir ‘Heri Joensen’

Kurt Westergaard

Nú tað kom fram herfyri at Kurt Westergaard møguliga ætlar sær til Føroya hevur hann sum skilts verið havdur á lofti í fjølmiðlunum. Og oftari enn ikki verur sagt at Harra Westergaard var atvoldin til diplomatisku kreppuna hjá Danmark í februar 2006, ið stóðst av Muhammed tekningunum. At seta tað upp soleiðis er øgiliga misvísandi, og eg vil nú vísa á hvussu tað hongur saman.

Fríggjadagin tann 30. sept. 2005 lat Jyllandsposten 12 tekningar av Muhammed prenta fyri at kasta ljós á óttan fyri at finnast at islam. Hetta, minnist meg rætt, kom í kjalavørrinum á at ein upplýsandi barnabók um islam, ætlað donskum skúlabørnum, skuldi skrivast og sjálvandi eisini teknast. Tá gjørdist greitt at eingir teknarar bjóðaðu til at tekna Muhammed av ótta fyri víðgongdum muslimum, og hetta helt Jyllandsposten at var eitt hóskandi at tríva í.

Danskir imamar, ið kendu seg vera fyri mismuni sum muslimar, skrivaðu til (more…)

Ásatrúgv

Á Feysbukk síðuni hjá mær undir ‘religious views’ stendur ‘atheist’. Ein stavnur úr USA skrivaði á Feysbukk veggin hjá mær at spyrja júst hvat eg haldi um ásatrúgv og tílíkt. Eg segði sum er at eg havi als onga bókstaviliga trúgv, og at eg haldi at tey, ið í dag trúgva at Óðin er til eru eitt sindur fjákutari enn tey, ið halda at Jahve er til, tí í minsta lagi hava tey, ið hava hildi uppá at Jahve ikki er til verið avrættaði í fleiri hundrað ár.

Hjá fleiri fall hetta ikki í góða jørð. Onkur skrivaði enntá eisini at tey høvdu brent Týr fløgur og sletta Týr sang fílur av telduni hjá sær, bara tí tey funnu útav at undirritaði ikki trýr at Óðin er til. Onkur helt eisini at eg átti at lagt Tórshamaran frá mær. Eg gjørdi teimum greitt at eg umboði ikki teirra sjónarmið og at eg ætli mær at bera Tórshamaran bara fyri at vísa á at hann ikki endiliga umboðar yvirtrúgv.

Tá fólk byrja at brenna fløgur og bøkur lýsir ein reyð lampa í høvdinum hjá mær, og tað tykist mær eysæð at tey umboða eitt fanatiskt sjónarmið. Soleiðis gongur tá fólk lurta eftir tónleiki við teirra ideologi heldur enn við teirra tónleikaliga skili.

Og hvat kunna vit læra av hesum. Ørvitisknokkar finnast allastaðni. Í løtuni er ásatrúgv ikki nøkur stór hóttan, men tað orðalagið ein hoyrir frá teimum svakastu av teimum er ikki pettið betur enn tað frá kristnum ørvitisknokkum. Sovorið møsn sum “I have felt the prescense of the gods”. Ífylgi mínum royndum er hetta fólk, ið eru uppvaksin í einum kristnum umhvørvi og bara halda fram við tí sama tvætlinum innanfyri eina aðra trúgv.

Eg broytti síðani mína ‘religious view’ á Feysbukk til “poetic atheist”. Onkur spurdi hvat ólukkan tað merkir. Ístaðin fyri at greiða frá einari poetiskari áskoðan av tí norrønu gudalæruni, tí eg haldi ikki tað er serliga hjálpandi fyri kjakið um átrúnað í heild, broytti uppaftur einaferð til “I don’t believe there’s anything supernatural. I’m a rationalist.”

Spurningurin er so, fái eg hereftir frið til at útnytta ta norrønu gudalæruna fíggjarliga fyri tað hon er; ein stak undirhaldandi samling av fínum søgum frá einari tíð har moralurin var á einum støði, ið als ikki kann góðtakast í einum framkomnum samfelag í 2010? Eg rokni ikki við tí.

Hvat fanin billar pávin sær inn?

Tit mugu orsaka mær málburðin, men álvaratos, hvat fanin billar pávin sær inn?

Eg mundi sett ein kakubita í hálsin herfyri tá eg á BBC News sá pávan siga á sínari vitjan til Onglands at gudloysingar eiga at biða um umbering fyri tey stórstu fólkamorðini í vesturheiminum í nýggjari tíð, nevniliga fyri Hitler og Stalin.

Joseph Ratzinger, eisini kallaður Benadikt XVI, hann er pávin í løtuni, var sjálvur í Hitlerjugend tá hann var 14 ára gamal. Hann vaks upp í Bayern. Gaman í, tað var lóg í Týsklandi í 1939 at allir 14 ára gamlir dreingir skuldu vera limir, so hann hevði helst ikki nógv í at velja. (more…)

Mørk

Eitt mark kann setast ímillum tey, ið halda at mósebøkurnar eru góðar keldur til uppruna heimsins og tey ið ikki halda tað. Har stendur til dømis Miðflokkurin hinumegin markið, meðan Dialogos, saman við okkum Gudloysingum, stendur okkara megin.

Eitt annað mark kann setast ímillum tey, ið halda at Jesu móðir ikki var í song við nøkrum manni áðrenn hon átti Jesus, at Jesus gjørdi vatn til vín og at hann reis upp frá deyðum og fór kropsliga til himmals. Har standa Miðflokkurin og Dialogos saman hinumgin markið, meðan vit gudloysingar standa, helst rættiliga einsamallir, okkara megin. Eg trúgvi ikki tú finnur ein einasta, ið kallar seg kristnan av nøkrum slag standa okkara megin, tí at trúgva (more…)

Aftursvar til Berg D. Joensen

Gudloysi hóttir ongan

Grundarlagið og endamálið við felagskapinum Gudloysi er at virka fyri at kirkjan, og allar trúgvir fyri tanns skyld, vera loystar frá landinum, og at religión á ongan hátt skal umboðast av tí almenna. Harafturat vil Gudloysi virka fyri at upplýsa almenningin um gudloysi. Vit vilja vísa á at vit eisini eru til og at allir føroyingar ikki eru kristnir.

Tað at kristin mugu trúgva, tí tey ikki kunna vita ella fáa nakað prógv fyri sínari heimsmynd merkir ikki at øll onnur eisini noyðast at gera tað. Bergur D. Joensen sigur at vit eru øll felags um eitt, og tað er at hava eina heimsmynd og eina trúgv. Eina heimsmynd kann eg vera samdur í at flest øll hava, men (more…)