Postar merktir ‘hjúnabandslógin’

Samgongan spottar fólkaræðið

fortreytVegna innanhýsis ósemju, hevur tað nú leingi verið siður í ymsum flokkum, at tað stendur einstøku valevnunum frítt at atkvøða eftir egnari sannføring í ávísum málum. Tískil valdi Gudloysi fyri valið, at senda einstøku valevnunum spurningar um hvar hesi standa í málum viðvíkjandi javnrættindum og trúarfrælsi. Einans ~10% valdu at svara okkum.

Tað er ongin loyna, at eitt av málunum, nevniliga javnrættindi til samkynd, spældi ein stóran leiklut í valstríðinum. Meðan ónøgdsemi við fyrrverandi høgravendu samgonguna allarhelst spældi størra leiklutin í valúrslitunum, kunnu vit ikki síggja burtur frá, at Framsókn fekk framgongd (+0,6), Miðflokkurin afturgongd (-0,6), og at Sonja Jógvansdóttir, sum kunnugt er samkynd og fyri hjúnabandsbroyting – og annars eitt av teimum fáu valevnunum, ið tordi at svara okkara spurningum – fekk triðmest persónligar atkvøður av øllum valevnum. Fólkið hevur talað! Ein sannur sigur fyri fólkaræðið!

Ella er tað nú kortini tað?

Grundarlagið undir fólkaræðinum er, sum navnið bendir á, at fólkið ræður. Fyrimyndaðarliga fólkaræðið hevði tískil verið fullur avgerðarrættur fólksins í øllum málum – t.v.s. beinleiðis fólkaræði. Hetta hevði tó verið ein álvarsom fyrisitingarlig avbjóðing. Hóast nýmótans tøkni hevur gjørt avbjóðingina munandi minni ógjørliga, so hevur tankin verið, at vit ikki øll somul kunnu renna til valkassan í tíð og ótíð fyri at atkvøða um hvørt tað einasta evarska lítla politiska málið. Neyðsemjuloysnin hevur tískil verið umboðsfólkaræði, ið er at lata okkara avgerðarræt upp í fáar hendur, valdar inn á ting at umboða okkara sjónarmið.

Um hetta skal rigga, er greitt samskifti millum valevni og veljara alneyðugt. Veljarin má vita mest gjørligt um hvar einstaka valevni og einstaki flokkurin stendur á flest øllum málum.

Samgongan hevur í sínum samgonguskjalið meldað út at:

Í sonevndum etiskum málum stendur hvørjum einstøkum tingfólki frítt at atkvøða eftir egnari sannføring.

Hvussu skal hetta tulkast í mun til at bert tvey av tingfólkunum hjá samgonguni svaraðu spurningunum um hvussu tey fóru at atkvøða í hesum málunum? Hvussu skal tað tulkast, at Sonja Jógvansdóttir, ikki fær ein landsstýrissess?

Hetta er at halda fólkaræðið fyri turran spott.

Hetta kann einans tulkast sum ein útmelding frá samgonguni um at Føroyar er ikki eitt fólkaræði.

Føroyar er eitt happadráttsveldi.

 

Vegna Gudloysi

Heini Reinert, skrivari

E.S. Gevst at nýta heitið ‘etisk mál.’ Øll politisk mál eru etisk mál. Finn eitt betri heiti.