Postar merktir ‘homofobi’

Segði nakar homofobi?

Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráharrin í Íslandi kemur á vitjan í Føroyum. Altíð stuttligt at hava vitjan av leiðarum frá grannalondunum, so hetta eru hugnalig tíðindi. Har er tó altíð onkur sum skal spilla okkum spælið. Ífylgi Vágaportalinum tímir Jenis av Rana ikki at eta saman við Jóhonnu og konu hennara, Jónínu Leósdóttir. Hví? Ja, tað er ivaleyst ikki so ringt at gita:

Jenis av Rana kallar hesa vitjanina hjá íslendska forsætismálaráðkvinnuni fyri eina beinleiðis provokatión. Hetta er nógv meira alvorligt enn sum so, og hetta signalerar ikki tað normala sambært skriftunum, so eg hevði ikki droymt um at farið til ein sovorðnan døgurða, sigur Jenis av Rana við Vágaportalin.

So, Jenis heldur vitjanina vera reina provokatión? Tað, at ein stjórnarleiðari vitjar eina aðra tjóð við sínum maka, er provokatión? Hvønn heldur hann Sigurðardóttir, forsætisráðharri roynir at provokera? Vónandi heldur hann ikki at íslendska stjórnin og Føroya løgmaður við vilja royna at provokera bara hann, ella? Eg haldi tað er eitt nokkso ógvusligt tiltak, bara fyri at provokera Jenis. Eg haldi ikki sjálvt Gudloysi hevði tímað at spilt tíð uppá tað.

Næsta punkt. Tað normala sambært skriftunum? Eg helt at Jesus var vinur við tey “ópopuleru”. Øll tey, sum fólk hildu vera ómoralsk og syndug gjørdi Jesus sær ómak at vera góður við. Eg rokni ikki við at hann hevði uppført seg sum ein sovorðin fariseari, kenni eg mínar bíbliusøgur rætt. Kanska blandar Jenis Jesus við Paulus?

Eg haldi hetta vera eitt øgiliga týðiligt dømi, um hvat kann henda, um tú gloymir tína egnu samkenslu við næstan og tína egnu menniskjansligheit fyri at passa inn í eina ekstrema, afturhaldna og snævurskygda trúgv. Tú endar við at brúka bíbliuna sum umskyldning fyri at lata vera við at vísa gestablídni og opinleika fyri verðini. Vónandi skamma kristin flest seg yvir at hoyra til sama “bólk” sum Jenis.

Annars skal sitatið frá Vágaportalinum takast við fyrivarni, so um tey hava gjørt Jenisi órætt, taki eg hetta fegin aftur.

Ása Johannesen