Postar merktir ‘islam’

Egyptiskir menn hava sex við sínum deyðu konum?

Ása JohannesenEg veit ikki, um tit hava hoyrt tað, men her var herfyri ein internet gøla, um at Egyptaland skuldi smíða eina lóg, sum loyvdi monnum at sova við sínum deyðu konum upp til seks tímar eftir deyðan.

Hetta vakti stóran ans, tí tað sá út sum eitt so sólarklárt dømi um hvussu islamistisku politikararnir, sum hava fingið valdið í Egyptalandi fóru at undirtrykkja kvinnur.

Trupulleikin er bara tann, at tað sær ikki út, sum hetta passar. Eg havi leitað eftir eftirfarandi keldum til pástandin, men tílíkar finnast ikki. Hinvegin eru ein rúgva av bloggum, har høvundanir siga hetta ikki vera satt og vísa til manglandi próvtilfarið. Hesar bloggurnar eru væl at merkja Egyptalandsvinarligar, men tað, at tey siga hetta als ikki passar heldur enn at royna at forsvara lógina (tí tað kemur jú fram, um ein tílík lóg kemur ígjøgnum), fær meg at halda, at tey helst ikki lúgva.

Eftir øllum at døma er tað egyptiska svarið til Glenn Beck, sum hevur íspunnið hesa søgu. Maðurin eitur Tawfik Okasha, og er ífylgi Egyptian Chronicles ein, ið hatar islamistar og stuðlaði Mubarak (ella var í øllum førum ímóti revolutiónini). Vit vita øll, hvussu nógv lort typur sum Glenn Beck (og Daily Mail, sum fær æruna av at spreiða júst hendan slaturin í vesturheiminum) kunnu koma við, so tað undrar meg als ikki, at hesin hevur funnið uppá hetta.

Ikki fyri at lyfta nakran peikifingur, men eg haldi hetta er eitt klárt dømi um hvussu lætt tað kann vera at fella fyri tingum, sum ikki passa. Eg haldi vit kunnu síggja slíkt, og fáa okkara fordómar bekreftaðar. Onkur sær perversitetin í islam, onkur annar kvinnuniðurgerðing. Vit, sum gudloysingar, síggja kanska religión, sum forskrúvar alt. Tí er alneyðugt, at vit eftirkanna keldur og ongantíð lata okkum tøla av lygnum, sum passa til okkara fordómar.

Annars hevur Daily Mail antin broytt ella fjerna upprunaligu greinina, tí nú er bara hendan greinin at síggja.

Botanisk Rationalisma

Nú havi eg grenja nógv tað síðstu tíðina. Mínar seinastu bloggur hava verið rættuliga neiligar, men nú eri eg so gott í gongd, so eg haldi áframm eina løtu avtrat. Berið yvir við mær

Ein íðin, kristin og Føroyskur bloggari hevur júst skrivað ein blogg, sum eftir mínari meining er rættuliga óerligur og sleiskur, so eg kann ikki halda mær at viðmerkja bloggin eitt sindur.
(more…)

Islam, kvinnur og mentanir

Ása JohannesenEin rúgva av hendingum og tankum millum ár og dag eru bakgrund fyri hesum posti, men eg havi ongantíð ordiliga havt eitt høvi at skriva um tað. Ein blogga eg fann á Twitter gav mær eitt lítið spark at koma í gongd við at skriva. Bloggan er hjá einari kvinnu, sum býr í Egyptalandi og í einum posti fortelur hon um eina lítla roynd hon gjørdi við at lata seg úr slørinum meðan hon var og ferðaðist í Evropa.

Hon sigur, at hon vanliga gongur við sløri av tveimum orsøkum: Hon heldur at kanska er tað kravt av Allah og hon veit at familja og vinir ikki høvdu (more…)

Kurt Westergaard

Nú tað kom fram herfyri at Kurt Westergaard møguliga ætlar sær til Føroya hevur hann sum skilts verið havdur á lofti í fjølmiðlunum. Og oftari enn ikki verur sagt at Harra Westergaard var atvoldin til diplomatisku kreppuna hjá Danmark í februar 2006, ið stóðst av Muhammed tekningunum. At seta tað upp soleiðis er øgiliga misvísandi, og eg vil nú vísa á hvussu tað hongur saman.

Fríggjadagin tann 30. sept. 2005 lat Jyllandsposten 12 tekningar av Muhammed prenta fyri at kasta ljós á óttan fyri at finnast at islam. Hetta, minnist meg rætt, kom í kjalavørrinum á at ein upplýsandi barnabók um islam, ætlað donskum skúlabørnum, skuldi skrivast og sjálvandi eisini teknast. Tá gjørdist greitt at eingir teknarar bjóðaðu til at tekna Muhammed av ótta fyri víðgongdum muslimum, og hetta helt Jyllandsposten at var eitt hóskandi at tríva í.

Danskir imamar, ið kendu seg vera fyri mismuni sum muslimar, skrivaðu til (more…)