Postar merktir ‘Jesus’

Guð er ikki til: Takk og lov fyri tí! – Partur 1.

Her er mín vitnisburður. Ein frágreiðing um hvussu eg kom til frelsu – frá kristindómi. Hetta er ein stutt lýsing um hvussu eg varð uppdrigin kristin, livdi eitt hálvgum kristiligt tannáringa-lív og til endans forkastaði eina religión, sum eg meti hevur stolið nógv gleðis-ár frá mínum barndómi. Misskil meg ikki; eg eri glaður fyri tað uppalingina eg havi fingið, og eg havi tikið alt eg havi upplivað til mín og lært av tí. Tað ringa sum tað góða. Hetta eru tær hugleiðingarnar eg havi gjørt mær um hvussu alt hetta hevur formað meg til tann eg eri í dag.
Eg varð føddur trý ár áðrenn mamma og pápi vóru gift. Mamma baptist, pápi kirkjufólk. Eg varð doyptur. Vit búðu í Runavík saman við ommu, abba, langommu og pápabeiggjum. Fyrsta minni eg havi, er at berjast við granna mínum í einum sandkassa uttanfyri teirra hús. Eg vann, haldi eg. Tá eg var umleið fimm ára gamal, hevði pápi bygt eitt hús longri úti á Saltangará. Vit fluttu hartil. Eg var eitt barn sum hevði tað best við at spæla úti og dugdi óluksáliga væl at spæla Amiga og Commodore 64, og dámdi væl at hyggja eftir VHS bondum og lesa bøkur. Tað mesta av hesum gjørdi eg einsamallur. Tað hevði so við sær at eg hugsaði sera, sera nógv. Hetta serliga tá eg var úti í náttúruni, har eg hevði tað best, og ongin kundi órógva mínar tankar. So, man kann siga at eg longu var blivin smáfilosofiskur sum piltur. Eg spurdi nógvar spurningar, sum børn flest gera. Mangir av mínum spurningum snúði seg um hvat ting vóru og hvat goymdi seg aftanfyri eitthvørt. Til dømis spurdi eg oftani mammu mína um hvat var inni í nøkrum “spøkilsishúsum” í Runavík sum høvdu staðið tóm í fleiri ár, ella hvat var undir øllum dekslunum í vegnum/fortovinum ella bara hvat teir løgnu gulu páhengs-vognarnir hjá kommununi vóru. Svarið var sum oftast: Har býr illimaður. Tað er ikki ringt at rokna út, at hetta var bert fyri at verja meg frá at koma til skaða, og ikki fara har sum eg ikki burdi farið. Allarhelst onkuntíð eisini tí at mamma nokk ikki hevur vitað tað veruliga svarið. Man kann gita seg til, at hetta er mátin hennara ættarlið er uppdrigið sum konservativir baptistar í Klaksvík – at merkja tað ókenda sum (meira…)

Aftursvar til Høgna Johannesen

Høgni Johannesen hevur ómaka sær at skriva eitt aftursvar til mínar hugleiðingar um tann søguliga Jesus. Eg vil takka Høgna fyri at hava tikið sær tíð til at lesa mína viðmerking, og ikki minst skriva sítt – heldur langa – aftursvar.

Mín upprunaliga viðmerking um tann søguliga Jesus bleiv skrivað, tí tað er eitt rák innan kristindóm, har tað fyri summi trúgvandi ikki er nokk bara at trúgva. Hesin bólkur av trúgvandi hava tørv á søguligum og vísindaligum prógvum fyri síni trúgv. Hetta er ein bólkur av trúgvandi, sum Søren Kierkegaard í sínari tíð segði um, at tey vóru teir størstu guds spottarar av øllum. Sambært Kierkegaard, so kann ivin ikki køvast við skynsemi ella prógvum. Tað sum skal til, er eitt lív, ið eftirlíknar Jesus sjálvum, og at royna at køva ivan við skynsemi er at missa Kristus. Tað er eisini áhugavert, at Jesus sjálvur ikki royndi at sannføra nakran við at koma við skynsemi ella prógvum. Fyri hann var nokk at siga “Fylg mær eftir, og tú vilt finna útav, um eg tali av mær sjálvum ella um mín tala er gudsgivin”. (meira…)

Var Jesus ein veruligur persónur?

Setur tú henda spurning til ein trúgvandi, so er ongin ivi um, hvat svar tú fært: sjálvandi var Jesus ein veruligur persónur, sum gekk á jørðini fyri 2000 árum síðan og gjørdi alskyns undur. Hetta má tann trúgvandi halda, tí uttan ein veruligan Jesus so gevur trúgvin ikki nakra meining. Trupulleikin við trúgv er bara tann, at hon krevur ikki nakað prógv, og setur tú omanfyri standandi spurning til ein persón, sum krevur haldgóð prógv fyri ein pástand, so vil svarið allarhelst gerast eitt annað.

Veruleikin er tann, at tað finnast nærum onki søgulig prógv fyri einum persóni sum tí kristna Jesus.

Tað týðningarmesta við góðum søguligum prógvum er, (meira…)

Mørk

Eitt mark kann setast ímillum tey, ið halda at mósebøkurnar eru góðar keldur til uppruna heimsins og tey ið ikki halda tað. Har stendur til dømis Miðflokkurin hinumegin markið, meðan Dialogos, saman við okkum Gudloysingum, stendur okkara megin.

Eitt annað mark kann setast ímillum tey, ið halda at Jesu móðir ikki var í song við nøkrum manni áðrenn hon átti Jesus, at Jesus gjørdi vatn til vín og at hann reis upp frá deyðum og fór kropsliga til himmals. Har standa Miðflokkurin og Dialogos saman hinumgin markið, meðan vit gudloysingar standa, helst rættiliga einsamallir, okkara megin. Eg trúgvi ikki tú finnur ein einasta, ið kallar seg kristnan av nøkrum slag standa okkara megin, tí at trúgva (meira…)