Postar merktir ‘John Ivar Venned’

Tað æviga kjakið.

Orsøkin til at eg ikki havi bloggað í langa tíð, er at eg fyri tíðina, havi havt trupulleikar við at seta orð á, ella “formidla” hvat ta­ð er eg hugsi um religión, gudloysi og tað sum tilhoyrir. Nú havi eg skjótt búð í Keypmannahavn í 4 ár og ígjøgnum hesi 4 árini, hevur ávirkanin av religión á meg og tey rundan um meg, havt minni og minni at sigað. Tað ljóðar kanska egoistiskt (uppá ein ordiliga sovorðnan modernaðan keypmannahavnara máta), men tað hevur simpelthen ikki verið relevant fyri meg. Skipanin í Danmark er jú rúkandi sekuler, sjálvt um kristindómur enn er stats-religiónin. Tað er ikki ordiliga nakað, sum religión sleppur at forpurra her, uttan at samfelagið ger vrøvl um tað. Her ræður ein humanistisk mótstøða ímóti diskriminerandi svínaríi, sum tað føroyska samfelagið veruliga kundið havt gott av.

Eg fari so ikki at viðmerkja hjúnarbandsmálið í hesum blogginum, annað enn at siga, at (more…)

Biblian vs. mínari bókareol

Heimasíðan hjá Gudloysi varð um mánaðarskfiti apríl-maj 2013 strikað av Spacetown.org uttan ávaring. (Les nærri frágreiðing her.) Neyðugt var tískil at flyta til ein nýggjan netvert og at endurstovna síðuna frá einum gomlum trygdarriti. Tíverri mistu vit onkrar bloggupostar og tilhoyrandi viðmerkingar. Hesin blogguposturin varð endurstovnaður 17. juni 2013 frá John Ivari sjálvum, tí hann sum tann einasti gudloysingurin her ikki lítir á náðina hjá Guði (og Google) til at fáa burturmist dáta aftur. Tíverri er ikki gjørligt at endurstovna viðmerkingarnar. Vit her á Gudloysi eru framvegis ímóti at strika viðmerkingar, men tað sama kann ikki sigast um Spacetown. – Heini Reinert, skrivari

Bíblian er, líkamikið hvussu man hyggur at tí, ein samling av teimum grundleggjandi tekstunum sum kristindómurin byggir uppá. Tey flestu fólkini eg fylgdist við, tá eg enn var kristin, høvdu ikki lisið bíbliuna, ella høvdu ikki skilt tað tey høvdu lisið. Teir flestu ateistarnir eg kenni í dag, mistu alt fyri kristindóminum, tí at teir rent faktiskt settu seg niður at lesa bíbliuna. Tað var akkurát tað sum gjørdi at eg misti trúnna eisini. At lesa bíbliuna sum var hon ein og hvør onnur bók, taka søgurnar til eftirtektar, hugsa um boðskapin aftanfyri tí og hugsa um hvør hevði skrivað søguna og nær. Stutt og greitt: Keldukritikkur.

Eg eri sannførdur um, at menniskja í 21. øld ikki kann brúka (more…)

Guð er ikki til – Takk og lov fyri tað! – Endaligi partur.

Heimasíðan hjá Gudloysi varð um mánaðarskfiti apríl-maj 2013 strikað av Spacetown.org uttan ávaring. (Les nærri frágreiðing her.) Neyðugt var tískil at flyta til ein nýggjan netvert og at endurstovna síðuna frá einum gomlum trygdarriti. Tíverri mistu vit onkrar bloggupostar og tilhoyrandi viðmerkingar. Hesin blogguposturin varð endurstovnaður 17. juni 2013 frá Google cache. Tíverri er ikki gjørligt at endurstovna viðmerkingarnar. Vit her á Gudloysi eru framvegis ímóti at strika viðmerkingar, men tað sama kann ikki sigast um Spacetown. – Heini Reinert, skrivari

Nú er nakað síðani at eg skrivaði triðja part av hesari bloggrøðini, men tað at prioritera sum lesandi, aktivur tónleikari og freelance filmklippari, er ein avbjóðing av Abrahamskum proportiónum. Eg vil byrja við at takka Hera Joensen fyri at gera vart við mína málsligu villu í yvirskriftini og viðganga at eg veit av, at eg ikki skrivi feilfrítt føroyskt longur, og eg taki allar rættingar til mín sum hjálp.

Lat okkum so koma í gongd.

Tað var á einum býtúri at ein av mínum vinum kom við einum av (more…)

Guð er ikki til – Takk og lov fyri tí! – Partur 3.

Ná, hvar komu vit til? Ja, sum fimmtan, sekstan ára gamal gekk eg á ungdómsmøti í Hebron á Argjum, tí tað gjørdi nakrir av mínum góðu vinum eisini. Tað var hugnaligt at møta fólki á sinum egna aldri yvir køku og kaffi. Serliga gentum. Man var hóast alt blivin tannáringur. Bíbliu- og bønartímarnir søgdu mær ikki ein skid, men eg troppaði upp út av respekt. Tað vóru aktiviternir sum voru spennandi við samanspæli og tónleikalæru. Eg lærdi at lesa akkordir av og líknandi, við at spæla undir til lovsangir. Men pínadoyð sum tað var strævið at allir hesu flottu melodiirnir skuldu fara til spillis uppá meiri ella minni akkurát teir somu tekstirnir. Tað fór líkasum ongan veg. Eitt sindur sum tá man konsentrerar seg um tekstirnir hjá Manowar, um fólk kenna nakað til tað. Tað er so ófantaligani óinspirerandi at vita at líkamikið hvat tú spælir, hvussu flott og tekniskt tað er, so hevur málbólkurin lallandi tunnilsjón um hvat tað skal og má snúgva seg um. Eg minnist at til ein av hesum møtunum samanbar onkur talari tey kristnu og tey ókristnu við nøkur trø sum stóðu lutfalsliga nær einari á. Tað “ókristna” træðið stóð eitt sindur longri vekk enn hitt “kristna” og fór at visna burtur fyrr ella seinni orsaka av tað ikki fekk vatn frá tí deiligu kristnu ánni. – Altso soleiðis sum eg skilti tað, skuldi hetta meinast at tað var bara óheppi hjá tí “ókristna” trænum at tað ikki stóð tættari við ánna, men nú vóru røturnar settar og tað “kristna” træði kundi ikki bjarga tí. Wauw, hugsaði eg bara. So skal eg hyggja at øllum tykkum sum liggja í bøn nú og vera øvundsjúkur, tí eg sleppi ikki at drekka av tykkara vælsignaða vatni? Fokk tykkum, eg bíði tolin inntil tað regnar. – Prædikan var heilt sikkurt ikki roknað sum ein arrogant háðan, men eg tók tað ikki pent, og góðtók ikki tann undirliggjandi boðskapin. Hetta var næstseinastu ferð at eg luttók í ungdómsmøti har. Næsta vikuskifti fór eg i býin saman við nøkrum vinum sum, líkasum eg, fóru á ungdómsmøti fyri at jamma og fáa okkum ein kaffimunn. Vit blivu eitt sindur fullir og møtti einum fýri sum gekk við pamflettum. Hann gav okkum tað sum skuldi ímynda eitt bræv frá Jesusi. Tað var eitt óhugnaligt bræv ið lýsti hvussu hann hugdi at okkum ímeðan vit svóvu, fylgdi okkum í skúla, á ves og hvat veit eg. Vit rukkaðu tað saman, og tað bleiv hesin maðurin nokkso keddur av. Næsta hósdag var hann í Hebron og prædikaði um at drekka og “onnur verðslig ting”. Eg føldi meg í øllum førum ikki vælkomnan har longur, men eg skal ikki siga at eg sakni staðið.

Tað løgna við hesum er, at eg kallaði meg sjálvan kristnan enn, sjálvt um eg ikki var frelstur og ikki var áhugaður í tí. Eg gekk oftani og funderaði um hvussu frelst fólk uppførdi seg, serliga tey vaksnu, sum skuldu vera fyrimyndir. Nú hevði eg so eisini lisið Bíbliuna og helt at tað var løgið at tey sum skuldu fyristillast at vera góð kristin, bara fylgdi nøkrum av reglunum, og fullkomiliga ignoreraðu aðrar. Altso, míni foreldur bannaðu ótrúliga nógv tá tey vóru heima til dømis og eg meini ikki at eg nakrantíð sá tey biðja. Mamma bað eina bøn áðrenn vit ótu okkara jóladøgverða, men tað var sum so tað. Eg undraði meg eisini yvir at mamma fór á bingo og spældi Gekk, tí tað var at spæla við pengum. “Er Rudolf Antikrist?” hugsaði eg einaferð. Tá eg fortaldi pápa at eg ikki vildi gjalda kirkjuskatt longur eftirsum at eg ongantíð var í kirkju, so segði hann bara “jú, sjálvandi skalt tú tað!”, og tað var endin á diskussiónini. Hetta vísur bara á, at modernaður kristindómur er yvirhøvur ikki baseraður útfra tí sum stendur í Bíbliuni, men útfrá hvat samfelagið sær sum kristiligt. Tað er rímiliga týðiligt at Guð skapti ein ateist, tá hann skapti meg, men (more…)

Merki:

Góði Jenis

John Ivar Venned hevur verið so vinarligur at geva okkum á Gudloysi loyvi til at endurgeva hansara týðing av kenda lesarabrævinum til Dr. Lauru. Týðing John Ivars var at síggja í Mánadags Sosialinum tann 13. september 2010. Um Jenis av Rana hevur hug at svara hesum brævinum, leggja vit hjartans fegin hansara svar avtrat hesum bloggupostinum.

Góði Jenis

Takk fyri at tú gert so nógv fyri at upplýsa fólk viðvíkjandi Guðs lóg. Eg havi lært sera nógv frá tínum útsøgnum, og royni at deila tann kunnleikan við so nógvum fólkum sum eg kann. Tá onkur roynir at forsvara samkynda lívsstílin, til dømis, so minni tey bert á at í Triðju Mósubók 18:22 stendur týðiligani, at tað er ein andstygd. Onki meiri at diskutera. Eg havi tó brúk fyri eitt sindur av ráðgeving frá tær, viðvíkjandi nøkrum øðrum ávísum lógum og hvussu vit skulu fylgja teimum: (more…)