Postar merktir ‘Jón Joensen’

Religión og kritikkur

YouTube Preview Image

Í eini sending í Kringvarpi Føroya, kallað Fólksins Rødd, er ein luttakari sum eitur Ingi. Hann ger nakað so sjáldsamt, sum at úttala seg um religión og samfelag, sum ein framsøkin og liberalur modernaður borgari. Hann heldur ikki nógv av sitandi og verandi mynduleikum. Hevur, tað eg kalli, ein sunnan skepsis yvirfyri yvirvaldinum og okkara ráðanda klassa.

Hesa sunnu skepsis letur hann eisini til at brúka, tá tað kemur til religión. Hann hevur millum annað gjørt orðið “religiørur” til eitt fólksligt fyribrigdi. Og fyri hetta hevur hann móttikið sín part av kritikki. Bæði legitiman og illegitiman kritikk. Har eru mátar at reagera uppá slíkt uppá, sum eru í ordan, og har eru reaktiónir, sum ikki eru í ordan.

Líka sum øll onnur hevur hann rætt til at úttala seg, at framseta sína meining, uttan at vera bangin fyri avleiðingunum, um hann heldur seg innanfyri lógarinnar karm.

At kalla fólk fyri eina kombinatión av “ørur” og reilgiøs” hevur hann allan rætt til. Fòlk kunnu so velja at taka tað akkurát sum tey vilja. Tey kunnu m.a. velja at halda tað vera stuttligt. Í konteksti av føroyska samfelagnum og av at vanliga uppfatanin er, at flestu føroyingar eru trúgvandi, er tað stuttligt at brúka hatta orðið um trúgvandi. Og alt gott um hetta.

Men… (more…)

Barnamisnýtsla

Í Fregnatænastan 03.08.2010 skrivar Elin Henriksen at enda í eini grein m.a. soleiðis:

“Við tí lesiætlan og teimum lærubókum, sum fólkaskúlin hevur, ber snøgt sagt ikki til at hava næmingalagaða undirvísing við teimum næmingum, sum ikki vikast frá tí sjónarmiði, at jørðin er 6000 ára gomul og varð skapað eftir 6 døgum. Men hesir næmingar hava eins væl og aðrir rætt til at fáa eina nøktandi undirvísing, ikki so?

Tí er alneyðugt, at vit fáa átrúnaðarligar frískúlar, so at hesir næmingar kunnu verða undirvístir av lærarum, sum teir og foreldur teirra hava álit á, so teir harvið kunnu fáa fulla nyttu av síni skúlagongd.”

Elin argumenterar fyri at tað ikki er rætt at undirvísa í ávísum vísindagreinum, tí børnini heimanifrá hava fingið vitan, sum er í andsøgn við almena vitan innan hesar vísindagreinar. Tí skulu børnini sleppa í skúlar, har tey ikki blíva útsett fyri hesi vitan, fyri at tey skulu fáa “fulla nyttu” av síni skúlagongd.

Lat okkum fyrst hyggja eftir hesi andsøgn. Elin upplýsir sjálv, at hendan andsøgn umfatar allar lærugreinar, sum innihalda úrslit sum ganga afturum tey 6000 árini. “Tað vil siga lívfrøðin, jarðfrøðin, alisfrøðin, evnafrøðin, stjørnufrøðin o.s.fr.”. Alt sum er eldri enn 6000 ár verður avnoktað.

Andsøgnin stendst av eini bókstaviligari lesing av bíbliuni, har tað kann roknast út, at jørðin er ca. 6000 ár gomul. Trýr tú hesum, kann tað jú ikki passa, at dinosaurar vóru til inntil fyri ca. 60 milliónum árum síðan, tí tá var universið og harvið Jørðin ikki til. Tað er jú milt sagt eitt problem, tá tú upplýsir ein aldur á jørðini fyri tínum børnum, sum er ca. 750.000 ferðir minni, enn tann aldurin allarflestu vísindafólk í heiminum eru samd um er okkara besta boð. (more…)

Menning og læran um menningarlæru

Evolutión er av einklastu vísindum at forklára og verja. Hví eru tá so nógv, sum ikki vilja viðurkenna tað vísindin hevur at siga okkum, um júst hendan partin av veruleikanum uttanum okkum?

Lat meg fyrst greiða frá, hvat eg meini við evolutión í hesum samanhangi: útvikling av plantum ella djórum frá øðrum, sum als ikki líkjast teimum. Til dømis frá fiski til fugl. Hendan definitiónin tekur ikki støðu til hvussu menningin fer fram, og tískil sigur hon onki um pástandirnir hjá millum øðrum Darwin hesum viðvíkjandi. Tvs. um Darwin hevur rætt ella fer skeivur, hevur onga ávirkan á hetta argumentið.

Lat okkum byrja við at forklára, so stutt sum gjørligt, hvat kjarnin í evolutión er. Tað fari eg at gera, við at (more…)

Eg orki ikki fyri heitinum “Ateist”

Hví skal eg definera meg sjálvan sum tað mótsatta av eini institutión so tápuligari, skaðiligari og primitivari sum religión? Hví skulu tey, sum definera seg sjálvi sum trúgvandi, teist, ella annað tápuligt, sleppa at bestemma hvat eg skal kallast?

Eg eri eisini a-jólanissist, tvs. at eg trúgvi ikki at jólamaðurin er til. Eg eri eisini a-astrolog, tvs. eg eri ikki samdur í, at okkara framtíð kann spáast útfrá hvar planetirnar eru staddar.

Men hetta mugu tey “trúgvandi” sjálvi um at kalla meg. Eg nokti at (more…)