Postar merktir ‘Keldan’

Frískúlin Keldan – enn einaferð

Tá tað var almannakunngjørt at Keldan vildi stovna ein frískúla, sendi Gudloysi út eitt tíðindaskriv, sum gjørdi klárt, at felagskapurin stóð inn fyri rættin at stovna frískúlar, so leingi sum teir fylgja lógarinnar krøv. Tað bleiv eisini spekulerað, um hetta kanska vildi lætta um “átrúnaðarliga trýstið” í almenna fólkaskúlanum.

Forholdið millum Gudloysi og frískúlan Kelduna var nógv skrivað um, og nógv vóru heldur ónøgd við politikkin hjá Gudloysi hesum málið viðvíkjandi. Eg vil siga at felagið Gudloysi gjørdi væl av, við at acceptera hendan frískúlan, og heldur royna at vísa fólk eitt sindur á fólkaskúlalógina (sum veruliga er hol í høvdið).

Persónliga haldi eg tó, at hesin kristni frískúlin, soleiðis sum hann var frammborðin av Jastrid Høj, (samkomuleiðara í Kelduni, Skúlastjóri og lærari í frískúlanum Kelduni), í sjónvarpssendingini Refleksjón tann 26 september 2010 virkar… eitt sindur….. svakur. (more…)

Kelduskúlin

Gudloysi hevur fyrr meldað út, at vit onki hava ímóti einum kristnum frískúla og at tað enntá kann vera positivt av tí at vit so fáa ein møguliga minni missionerandi fólkaskúla. Hetta haldi eg enn, men eg kann tó ikki lata vera við at viðmerkja sumt, sum var sagt í Refleksjón her fyri…

(more…)

Frískúlin Keldan

Hetta er tað vit halda um Frískúlan Kelduna. Jákup Lützen hevur skrivað:

Í Føroyum er fólkaræði og talufrælsi. Harafturat kunnu vit føroyingar trúgva akkurát tað, okkum lystir… ella kunnu vit tað? Vit kunnu ivaleyst semjast um at vit hava persónligt frælsi í Føroyum, men trúgv fyllir nógv í samfelagnum. Tað munnu vera fá, sum ikki hava hoyrt um Frískúlan Kelduna, kanska serliga orsaka av átrúnaðarliga hallinum hesin skúli hevur.
Gudloysi hevur onga politiska meining vv privatisering av skúlum, men vit raðfesta trúðafrælsi sera høgt. Vit eru ógvuliga fegin um, at tað er eydnast Kelduni at koma í gongd við sínum frískúla. Frískúlin Keldan fer saman við foreldrum at veita næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling, og fer ivaleyst royna at kappast við fólkaskúlan á júst hesum øki, fyri at veita eina betri tænastu.
Sambært fólkaskúlalógini, er tað krav at allir 1-9 floks skúlar, privatir, sum almennir, veita hesa tænastu, so tað er ivasamt júst hví Keldan følir ein tørv á at leggja dent á júst hetta. Tað virka tey tó at halda, og so leingi fakliga støðið ikki er verri enn tað í fólkaskúlanum (og tað verður tað ivaleyst ikki), so er bara at gleðast um hetta nýggja tilboð.
Vónandi kann hesin kristni frískúli eisini lætta um átrúnaðarliga trýstið á fólkaskúlan. Fyri at øll børn skulu føla seg líka vælkomin har, átti ein almennur fólkaskúli ikki at verið í parti við nøkrum ávísum átrúnaði. Hetta hevði verið nógv lættari at ført út í lívið, um trúgvandi foreldur høvdu møguleikan at koyra sítt barn í ein skúla, sum styðjaði uppundir júst teirra trúgv. Tí halda vit í Gudloysi at frískúlar sum tann hjá Kelduni eru frálíkir.
Vit eru tó eitt sindur forharmað um, at ístaðin fyri at fokusera á kvalitetin av undirvísingini í bæði fólkaskúlanum og frískúlum, so fer alt kjak um frískúlar at handla um átrúnað. Í hesum PISA døgum halda vit tað hevur meira at siga, at tryggja at øll børn í Føroyum fáa dygdargóða undirvísing, óansæð hvørjum skúla tey ganga á.

Gudloysi

Annars skrivaði Jan Lamhauge eina grein um okkum, eftir at hava tosað við Ásu Johannesen. Áhugavert, at har er slíkt ónøgdsemi at síggja millum viðmerkingarnar. Vit eru opinbart ov fitt :)