Postar merktir ‘kommunisma’

Darwin, Stalin og kristin hugsanarháttur

Høgni Johannesen hevur skrivað eitt innlegg á sínum bloggi, har hann hugleiðir yvir evnið “Stalinisa Darwinisma og Ateisma”. Orsøkin til tess er, at ein av hansara lærusveinum – Bergur Nónklett – hevur skrivað á einum øðrum bloggi, har hann hugleiðir yvir “Sambandi millum darwinismu og Holocaust”. Hetta seinna innlegg er tann vælkenda svadan hjá summum kristnum um, at allir ræðuleikar í nýggjari tíð stava frá darwinismuni. Hesin einfaldi og søgufalsandi hugsanarháttur er ikki nakað eindømi millum kristin í dag, og verður hann væl stuðlaður av ivasomum keldum, m.a. bókin Hitler’s Table Talk, 1941-1944 and Hitler’s Secret Conversations, 1941-1944 sum tit kunnu lesa meira um her.

Har er tískil nógv við tí seinna innlegginum mann kundi valt at viðgjørt nærmari, men eg valdi at taka eitt uppáhald úr rúgvuni, og seta tað í brennidepilin (more…)