Postar merktir ‘kristilingar’

Hvat er tað, Unga Tjóðveldi vil?

Ása Johannesen

Har komu tvey lesarabrøv frá Unga Tjóðveldi innanfyri øgiliga stutta tíð út á Røddini, sum nærum beinleiðis mótsiga hvør øðrum. Bara *nærum*, tó. Tí tað kemur eitt sindur ann uppá hvat mann kallar “røtt kristin” og um “røtt kristin” taka undir við fríari fosturtøku.

Nevndarskrivarin hjá Unga Tjóðveldi, Tór Marni Weihe, leggur út við at siga, at “røtt kristin” (og eg nokti at brúka prikka ø) eiga at velja Tjóðveldi, tí at Miðflokkurin er miðaldarligur.

Síðani kemur hann við einum lista av tingum, sum Tjóðveldi vil. Listin er sera penur og hugnaligur, men tað sær ikki tú til at Tór hevur uppdagað, at orsøkin til, at nógv kristin velja Miðflokkin, (more…)

Matematiskt prógv fyri at Gudloysi er best

Onkur deildi hesa sjónfílina við meg á Facebook.

YouTube Preview Image

Í stuttum hava onkrir kristilingar tilskriva øllum bókstavum í enska alfabetinum tølini 1 til 26. Harvið hava teir prógvað “matematiskt” at um tú leggur talvirðini á stavunum í orðunum hardwork, knowledge og attitude saman, so fært tú 98, 96 og 100 prosent. (Nei, eg veit heldur ikki hvar prosentini komu frá, men tað er eitt matematiskt prógv, so eg má ganga út frá at teir vita hvat teir gera.)

Men, og nú vænti eg tit fara at venda um við brestin, “love of God” gevir tær 101 prosent! So um tú vilt geva títt ítasta, meir enn tú megnar, so mást tú trúgva uppá Guð.

Men hinvegin um tú vilt heilt upp á 112%, so mást tú melda teg inn í Gudloysi.

G+u+d+l+o+y+s+i

ella

7+21+12+15+25+19+9 = 112

Tað má jú passa. Tað er jú støddfrøði, ikki so?