Postar merktir ‘Kristin’

Próvbyrðin

Eg fall, sum so mangan, í eitt kjak herfyri við ein, eg haldi tó ikki at hann var serliga kristin, ið helt tað vera rímiligt at lasta mær sum gudloysingur at gudloysingar framseta ‘big bang’ ástøðina og menningarlæruna sum faktum. Tær eru væl undirbygdar ástøðir, og einki er, ið mótprógvar nakra teirra. Og hóast tað ikki var so vildi tað ikki verið eitt prógv ímóti gudloysingum. At vera gudloysingur merkir bara at ein ikki tekur undir við nøkrum yvirnáttúrligum frágreiðingum, og vit kunna, sum gudloysingar, ikki krevjast eftir svari uppá nakra alternativa ástøði til kristindómin.

Onkur trúgvandi, ið eg havi kjakast við, er farin beint til kjarnia í málinum og hevur spurt meg beinleiðis: “Um gud ikki skapti alheimin, hvussu varð hann so til?” Eg freistist ofta at svara: “Hvussu ólukkan skal eg vita tað?”, men samstundis havi eg kensluna av at tapa, ella at missa stig fyri at orða tað soleiðis, um eg ikki havi eitt sannlíkt alternativ. Men tað hongur ikki saman at ein noyðist at prógva eitt alternativ fyri at mótprógva eina ástøði. Eg eri komin fram til at tað einasti skilagóða svarið er: “Tað hevur einki við sakina at gera!” (more…)