Barnamisnýtsla
Í Fregnatænastan 03.08.2010 skrivar Elin Henriksen at enda í eini grein m.a. soleiðis:
“Við tí lesiætlan og teimum lærubókum, sum fólkaskúlin hevur, ber snøgt sagt ikki til at hava næmingalagaða undirvísing við teimum næmingum, sum ikki vikast frá tí sjónarmiði, at jørðin er 6000 ára gomul og varð skapað eftir 6 døgum. Men hesir næmingar hava eins væl og aðrir rætt til at fáa eina nøktandi undirvísing, ikki so?
Tí er alneyðugt, at vit fáa átrúnaðarligar frískúlar, so at hesir næmingar kunnu verða undirvístir av lærarum, sum teir og foreldur teirra hava álit á, so teir harvið kunnu fáa fulla nyttu av síni skúlagongd.”
Elin argumenterar fyri at tað ikki er rætt at undirvísa í ávísum vísindagreinum, tí børnini heimanifrá hava fingið vitan, sum er í andsøgn við almena vitan innan hesar vísindagreinar. Tí skulu børnini sleppa í skúlar, har tey ikki blíva útsett fyri hesi vitan, fyri at tey skulu fáa “fulla nyttu” av síni skúlagongd.
Lat okkum fyrst hyggja eftir hesi andsøgn. Elin upplýsir sjálv, at hendan andsøgn umfatar allar lærugreinar, sum innihalda úrslit sum ganga afturum tey 6000 árini. “Tað vil siga lívfrøðin, jarðfrøðin, alisfrøðin, evnafrøðin, stjørnufrøðin o.s.fr.”. Alt sum er eldri enn 6000 ár verður avnoktað.
Andsøgnin stendst av eini bókstaviligari lesing av bíbliuni, har tað kann roknast út, at jørðin er ca. 6000 ár gomul. Trýr tú hesum, kann tað jú ikki passa, at dinosaurar vóru til inntil fyri ca. 60 milliónum árum síðan, tí tá var universið og harvið Jørðin ikki til. Tað er jú milt sagt eitt problem, tá tú upplýsir ein aldur á jørðini fyri tínum børnum, sum er ca. 750.000 ferðir minni, enn tann aldurin allarflestu vísindafólk í heiminum eru samd um er okkara besta boð. (meira…)





