Postar merktir ‘lesarabræv’

Nær fáa vit lívsáskoðanarfrælsi í fólksins skúla?

sosialurinlogo

Fylgjandi lesarabræv var at síggja í Dimmalætting og Sosialinum 5. – 6. Juni, 2002.

Skrivað hevur: Høgni av Heiði

Tann ráðandi lívsáskoðanarpolitikkurin í Føroyum er í nógvar mátar ein leivd av einum gomlum maktpolitikki, sum kanska er best lýstur við teimum 400 ára gomlu bókstavunum RFP uppi á Rundatorni í Keypmannahavn: Regna firmat pietas. Frómleiki styrkir ríkini!

Sum so mangir aðrir valdsharrar, sóu Kristian fjórði og hinir donsku einavaldskongarnir, hvussu væl tann kristna uppalingin – serliga boðini um at vera lýðin móti tí av Gudi fyriskipaðu yvirvøldini (Róm.13) – kundi brúkast til at halga og varðveita teirra vald. Afturfyri sín stuðul til einavaldskongin, fingu teir luthersku bisparnir sín vilja: Tann evangelisk-lutherska kirkjan skuldi verða einasta loyvda kirkjan í ríkinum, og tann evangelisk-lutherska læran einasta loyvda lívsáskoðanin. Katolikkar, baptistar, gudloysingar og onnur vórðu bannað. Leingi livdi fólkið undir grummum harðræði og ófrælsi. Men so líðandi hevjaðu djarvir menn og djarvar kvinnur sína rødd. Humanistar funnust at harðskapinum, liberalistar funnust at ófrælsinum, vísindamenn funnust at býttleikanum. Fólk vildu hava møguleika at velja ímillum fleiri politiskar hugsjónir og lívsáskoðanir, eisini verðsligar og gudleysar. Og so við og við mistu kongur og kirkja sítt einavald. Vit fingu demokrati, og aðrar lívsáskoðanir vórðu loyvdar.

(meira…)

Miðlarák um Dialogos

Í sambandi við at Dialogos varð stovnað, tók seg stutt eftir upp eitt kjak um vísindi sum heild og menningarlæruna serstakliga og nógvir anti-vísindalig trúgvandi luftaðu meiningar í miðlunum. Fylgjandi lesarabræv var at síggja í Dimmalætting tann 10. februar, 2009, og var eitt beinleiðis aftursvar til ein teirra.

Takka í minsta lagi fyri veruligu gávuna

Mikudagin 4. februar spyr Svein Askildsen í lesarabrævi í Dimmu, hvørjum hann skal siga takk. So stuttligt, tað annars er, at syngja barnasangir, vilja vit heldur viðgera, hvat vit eiga at siga takk fyri.

At brúka Bíbliuna til at vátta sannleikan í Bíbliuni er sum ein roynd at lyfta seg sjálvan við at royta seg nóg harðliga. Vit eru tó ikki áhugað í at úttala okkum um, hvørt Bíblian lýgur ella ikki. Lygn er ikki mótsett sannindum. Lygn er mótsett erligheit. Vit eru onga løtu í iva um, at uttan mun til, hvat fólk trúgva, so eru tey erlig í síni trúgv. Um átrúnaður Askildsens er sannur, má hesin sannleikin eisini kunna síggjast aftur í veruleikanum.

(meira…)

Aftursvar til Erlu Berghamar Sørensen

Mynd av EyðbjørnÍ fyrstu atløgu vil eg takka Erlu Berghamar Sørensen fyri at viðurkenna okkara rætt til at taka okkum saman í ein felagsskap, umframt at viðurkenna okkara rætt til at ikki hava eina trúgv.

Hvørt navnið »Gudloysi« er lítið tespiligt ella ei, má vera ein spurningur um persónligan smakk. Har er ríkiliga grundgivið fyri navni felagsins – tað átti at verið óneyðugt, at eg gjørdi tað enn eina ferð. Sum hinir limirnir í felagnum taki eg eisini undir við navninum, tí tað er eitt úttrykk fyri júst mín tortrúna. Í Gudloysi finni eg mínar líkar, sum eisini standa ivandi um, hvørt tað er ein himmalsk vera, sum er arkitekturin handan okkara tilveru. Eg havi, sjálvt við teimum mest ljósareyðu brillunum á nøsini, enn onki haldbært prógv sæð fyri einari slíkari veru. Væntandi hendir tað ongantíð.

Tað kom mær dátt við, at Erla eisini hevur somu hugsan sum eg, hvørt (meira…)

Hevur Myllhamar einki skilt?

Aftursvar til lesarabræv »Av hvørjum kemur felagsskapurin Guðloysi« hjá John S. Myllhamar

John leggur limirnar í Gudloysi undir at vera skuffaðar fyrrverandi limir í onkrari víðgongdari sekt. Eg verði noyddur at skuffa hann í hesum. Limirnir hava bert eitt í felag, at teir ikki hava trúgv á gud ella gudar.

Í Føroyum slepst illa undan at hava verið partur av onkrum kristnum bólki eitt ella annað tíðspunkt í lívinum. Tá samfelagið er so gjøgnumsúrgað av kristindómi, skal stórt arbeiði til at standa ímóti kristiliga áganginum, men at brúka hetta ímóti limunum eru fullkomuliga við síðuna av – tað var ikki eg ella nakar av hinum limunum, sum valdi (meira…)

Aftursvar til Berg D. Joensen

Gudloysi hóttir ongan

Grundarlagið og endamálið við felagskapinum Gudloysi er at virka fyri at kirkjan, og allar trúgvir fyri tanns skyld, vera loystar frá landinum, og at religión á ongan hátt skal umboðast av tí almenna. Harafturat vil Gudloysi virka fyri at upplýsa almenningin um gudloysi. Vit vilja vísa á at vit eisini eru til og at allir føroyingar ikki eru kristnir.

Tað at kristin mugu trúgva, tí tey ikki kunna vita ella fáa nakað prógv fyri sínari heimsmynd merkir ikki at øll onnur eisini noyðast at gera tað. Bergur D. Joensen sigur at vit eru øll felags um eitt, og tað er at hava eina heimsmynd og eina trúgv. Eina heimsmynd kann eg vera samdur í at flest øll hava, men (meira…)