Postar merktir ‘lógir’

Frískúlin Keldan – enn einaferð

Tá tað var almannakunngjørt at Keldan vildi stovna ein frískúla, sendi Gudloysi út eitt tíðindaskriv, sum gjørdi klárt, at felagskapurin stóð inn fyri rættin at stovna frískúlar, so leingi sum teir fylgja lógarinnar krøv. Tað bleiv eisini spekulerað, um hetta kanska vildi lætta um “átrúnaðarliga trýstið” í almenna fólkaskúlanum.

Forholdið millum Gudloysi og frískúlan Kelduna var nógv skrivað um, og nógv vóru heldur ónøgd við politikkin hjá Gudloysi hesum málið viðvíkjandi. Eg vil siga at felagið Gudloysi gjørdi væl av, við at acceptera hendan frískúlan, og heldur royna at vísa fólk eitt sindur á fólkaskúlalógina (sum veruliga er hol í høvdið).

Persónliga haldi eg tó, at hesin kristni frískúlin, soleiðis sum hann var frammborðin av Jastrid Høj, (samkomuleiðara í Kelduni, Skúlastjóri og lærari í frískúlanum Kelduni), í sjónvarpssendingini Refleksjón tann 26 september 2010 virkar… eitt sindur….. svakur. (meira…)

Opið Bræv til Jenis av Rana + Svar

Góði Jenis av Rana

Dugir tú at lesa? Umber meg, um mín spurningur sýnist óhøviskur, men tað er tann einfaldasti mátin eg kann spyrja uppá. Sært tú, eg læs herfyri grein Áka Bertholdsen “Samkynd aftur til viðgerðar í løgtinginum” – í Sosiali nr. 114 tann 2. august – og hesin spurningur var mín fyrsti og mest átroðkandi tanki eftir at hava lisið greinina. (meira…)

Kristni í fólkaskúlanum

Eg datt um fólkaskúlalógina inni á logir.fo eftir at hava hoyrt enn einaferð um støðuna við kristni í fólkaskúlanum og eisini prát um privatan kristnan fólkaskúla í Kelduni í Skálavík Skálabotni. Eg havi lisið hesa lóg fyrr, men eg hevði gloymt hvussu heilt langt úti hon er. Eg fari at taka paragraff 6, sum handlar um kristniundirvísing eitt sindur sundur, og skriva nakrar viðmerkingar eg havi til hana. Boldingarnar eru mínar:

  1. § 6. Undirvísingin í kristnikunnleika í fólkaskúlanum skal samsvara við fólka-kirkjunnar evangelisk-luthersku læru.

(meira…)