Postar merktir ‘løgtingsval’

Trúgva bert gudloysingar uppá trúarfrælsi?

sensururJesu fjallaprætika er allarhelst tað mest ábyrgdarleysa og forskrúðaða møsnið, nakrantíð fest á pappír.

Um tær ikki dámar tað, eg júst segði, eru ráð fyri tí. Eg mæli tær heilt einfalt til at melda meg til løgregluna. Avleiðingin kann í ringasta føri vera 4 mánaðar fongsulsrevsing.

Í § 140 av revsilógini stendur skrivað:

Den, der offentlig driver spot med eller forhåner noget her i landet lovligt bestående religionssamfunds troslærdomme eller gudsdyrkelse, straffes med bøde eller fængsel indtil 4 måneder.

Eg skilji væl, at fólk gerðast ill um tað, eg segði. Eg skilji eisini um tey eru rúkandi ósamd og skelda meg út. Tað, eg tó aldrin kann skilja ella góðtaka, er at nakar kundið funnið uppá at forbjóða ósemju.

Rætturin til eitt opið og erligt samskifti um eitthvørt evni er ikki einans gróðrarlíkindi skynsemis og lærdómsins; tað er ein fortreyt fyri fólkaræði – eitt alneyðugt og sjálvsagt krav!

Sáttmalin um altjóða mannarættindi, §18, er eisini greiður í máli:

Enhver har ret til tanke-, samvittigheds- og religionsfrihed; denne ret omfatter frihed til at skifte religion eller tro og frihed til enten alene eller i fællesskab med andre, offentligt eller privat, at give udtryk for sin religion eller tro gennem undervisning, udøvelse, gudsdyrkelse og overholdelse af religiøse forskrifter.

Og víðari í §19:

Enhver har ret til menings- og ytringsfrihed; denne ret omfatter frihed til at hævde sin opfattelse uden indblanding og til at søge, modtage og meddele oplysning og tanker ved et hvilket som helst meddelelsesmiddel og uanset landegrænser.

Tá eg læs í Leeds, skeldaðist eg við ein, um busslýsingarnar hjá British Humanist Association, ið søgdu “Guð er allarhelst ikki til.” Hetta helt viðkomandi vera ein óforskammað og virðingarleys atsókn mótvegis trúgvandi. Tað skuldi forbjóðast! Tó hevði hann als onki ímóti aftursvarinum hjá The Christian Party “Guð er heilt sikkurt til!” Kenslurnar hjá trúgvandi eru eyðsæð meir virðismiklar enn kenslurnar hjá ótrúgvandi.

Ilt er at síggja, hvussu ein skal kunna greiða erligt frá sínum egnu átrúnaðarligu meiningum uttan at harvið “háða” øll, ið trúgva øðrvísi. Jødar síggja trýeindina sum blasfemi. Muslimar halda tað vera blasfemiskt at tekna Muhammed. Katólska kirkjan segði ringrás jarðarinna um sólina vera blasfemiska. Kunnu trúgvandi semjast um nakað yvirhøvur? Jú, trúgvandi kunnu semjast um at vit gudloysingar eru blasfemiskir einans við at vera til.

Vit gudloysingar skulu bara halda kjaft.

Tí vit liva hóast alt ikki í einum frælsum fólkaræði.

Vit liva í Føroyum.

Vegna Gudloysi,
Heini Reinert, skrivari

Svar til sekulariseringsspurningar

Gudloysi logoVit hava fingið nøkur svar til spurningarnar um sekularisering, sum vit sendu út til flokkarnar.

Ikki nógv valevni hava svarað, og ein gloymdi at siga hvør svaraði, men vit hava gjørt eitt yvirlit og koyrt øll svarini á hesa síðuna her á Gudloysi.

Summir flokkar hava onki valevni, sum hevur svara. Tí kunnu vit ikki so væl geva tykkum statistikk yvir teir flokkarnar. Vónandi svara nøkur afturat.

Vinarliga,

Gudloysi

Spurningar til valevnini 2011 um sekularisering

Gudloysi logoGóðu valevni,

Sum eitt felag, ið millum annað vil arbeiða fyri sekularisering, hava vit, nú val er í hondum, sjálvandi áhuga í at vita, hvørjar meiningar tit valevni hava viðvíkjandi hesum máli. Tí vilja vit her spyrja tykkum nakrar ítøkiligar spurningar um mál, vit meta hava týdning í sambandi við sekularisering. Til ber at býta spurningarnar upp í høvuðsevnini “Fólkakirkjan” og “Fólkaskúlin,” tí vit meta, at júst í sambandi við hesar stovnar hevur vantandi sekularisering neilig árin á okkara samfelag.

Til ber at svara spurningunum við tali á einum stiga frá eitt til fimm, har tølini merkja:  

1: Nei, og eg fari at arbeiða ímóti tí

2: Nei

3: Veit ikki/Hvørki fyri ella ímóti

4: Ja

5: Ja, og eg fari at arbeiða fyri tí

Hesin talstigi loyvir tykkum at hava eina ideologiska støðu til eitt evni, samstundis sum tit kunnu velja, hvørt tit siga, um tit ætla at arbeiða fyri/ímóti nevnda málinum.

Tit eru eisini vælkomin at skriva tykkara egnu viðmerkingar aftur at tí talinum, tit seta sum svar til hvønn einstakan spurning.

At enda stendur tað tykkum sjálvandi frítt at lata einstakar spurningar ella allar standa ósvaraðar. (more…)