Postar merktir ‘løgtingsvalið 2015’

Samgongan spottar fólkaræðið

fortreytVegna innanhýsis ósemju, hevur tað nú leingi verið siður í ymsum flokkum, at tað stendur einstøku valevnunum frítt at atkvøða eftir egnari sannføring í ávísum málum. Tískil valdi Gudloysi fyri valið, at senda einstøku valevnunum spurningar um hvar hesi standa í málum viðvíkjandi javnrættindum og trúarfrælsi. Einans ~10% valdu at svara okkum.

Tað er ongin loyna, at eitt av málunum, nevniliga javnrættindi til samkynd, spældi ein stóran leiklut í valstríðinum. Meðan ónøgdsemi við fyrrverandi høgravendu samgonguna allarhelst spældi størra leiklutin í valúrslitunum, kunnu vit ikki síggja burtur frá, at Framsókn fekk framgongd (+0,6), Miðflokkurin afturgongd (-0,6), og at Sonja Jógvansdóttir, sum kunnugt er samkynd og fyri hjúnabandsbroyting – og annars eitt av teimum fáu valevnunum, ið tordi at svara okkara spurningum – fekk triðmest persónligar atkvøður av øllum valevnum. Fólkið hevur talað! Ein sannur sigur fyri fólkaræðið!

Ella er tað nú kortini tað?

Grundarlagið undir fólkaræðinum er, sum navnið bendir á, at fólkið ræður. Fyrimyndaðarliga fólkaræðið hevði tískil verið fullur avgerðarrættur fólksins í øllum málum – t.v.s. beinleiðis fólkaræði. Hetta hevði tó verið ein álvarsom fyrisitingarlig avbjóðing. Hóast nýmótans tøkni hevur gjørt avbjóðingina munandi minni ógjørliga, so hevur tankin verið, at vit ikki øll somul kunnu renna til valkassan í tíð og ótíð fyri at atkvøða um hvørt tað einasta evarska lítla politiska málið. Neyðsemjuloysnin hevur tískil verið umboðsfólkaræði, ið er at lata okkara avgerðarræt upp í fáar hendur, valdar inn á ting at umboða okkara sjónarmið.

Um hetta skal rigga, er greitt samskifti millum valevni og veljara alneyðugt. Veljarin má vita mest gjørligt um hvar einstaka valevni og einstaki flokkurin stendur á flest øllum málum.

Samgongan hevur í sínum samgonguskjalið meldað út at:

Í sonevndum etiskum málum stendur hvørjum einstøkum tingfólki frítt at atkvøða eftir egnari sannføring.

Hvussu skal hetta tulkast í mun til at bert tvey av tingfólkunum hjá samgonguni svaraðu spurningunum um hvussu tey fóru at atkvøða í hesum málunum? Hvussu skal tað tulkast, at Sonja Jógvansdóttir, ikki fær ein landsstýrissess?

Hetta er at halda fólkaræðið fyri turran spott.

Hetta kann einans tulkast sum ein útmelding frá samgonguni um at Føroyar er ikki eitt fólkaræði.

Føroyar er eitt happadráttsveldi.

 

Vegna Gudloysi

Heini Reinert, skrivari

E.S. Gevst at nýta heitið ‘etisk mál.’ Øll politisk mál eru etisk mál. Finn eitt betri heiti.

Rúna Sivertsen kendi seg ikki føra at svara

Rúna SivertsenHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Rúna Sivertsen (Nýtt Sjálvstýri) svarað.

Eftir at hava hugsað meg um í nakrar dagar, eri eg komin til ta niðurstøðu, at spurningar tykkara krevja eina nógv breiðari viðgerð, enn bert nakrir krossar í einum spurnarblaði. Eg seti meg ikki føran fyri, upp á so stutta tíð, at argumentera fyri mínum svarum.

Eg kann tó viðmerkja, at vit hava fult trúar-. framsøgu-, skrivi- og talufrælsi í Føroyum, og tí kann eingin verða revsaður vegna trúgv ella meiningar. Føroyar verður stýrdar demokratiskt og tað merkir, at meirilutin ræður, eisini í spurningum sum teir, ið Gudloysi setir.

Uppá spurningin, hvørt eg hevði farið í samgongu við Miðflokkin, kann eg siga, at avgerandi fyri samgongusamstarv er altíð at náa so nógvum málum, sum til ber. So, um vit saman við Miðflokkinum kunnu náa okkara málum, er tað sjálvsagt ein møguleiki.

Vinarliga

Rúna Sivertsen
Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri

Anna Falkenberg hevur svarað!

Anna FalkenbergHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Anna Falkenberg (Sambandsflokkurin) svarað.

(Um samgongu við Miðflokkin) ??.

Anna Falkenberg

Anna Falkenberg

Sonja J. Jógvansdóttir hevur svarað!

Sonja J. JógvansdóttirHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Sonja J. Jógvansdóttir (Javnaðarflokkurin) svarað.

Góðu tit í Gudloysi Orsaka seina svar mítt – hetta er dottið niðurímillum í allari valrokanini – Alt tað besta, Sonja

(Um samgongu við Miðflokkin) Nei

Sonja J. Jógvansdóttir

Sonja J. Jógvansdóttir

Michael Dalbø hevur svarað!

Michael DalbøHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Michael Dalbø (Fólkaflokkurin) svarað.

Takk fyri áhugaverdar spurningar. Ynski tykkum eitt gott val. Vh. Michael Dalbø

(Um samgongu við Miðflokkin) Ja.

Michael Dalbø

Michael Dalbø