Postar merktir ‘løgtingsvalið 2015’

Martin Pauli Jacobsen hevur svarað!

Martin Pauli JacobsenHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Martin Pauli Jacobsen (Sambandsflokkurin) svarað.

(Um blasfemiparagraffina) Nei. Eg haldi at religión er ein privat ting ið ikki viðkemur nøkrum øðrum. Ta er ongin grund at háða nakran vegna hansara religión. Vit hava ikki brúk fyri at øsa tingini upp við um religión hjá onkrum er røtt/skeiv.

(Um fólkaskúlalógina) Mær vitandi undirvísur fólkaskúlin í religión. Ta er ongin lærari ið tvingar næmingar at verða kristnir. Eg síggi ikki nakað problem at kristni far flest tímar. Børnini velja sjálvi tá tey verða eldri. Eg havi einki ímóti at børn hava morgunsang. Um for ynskja at teirra barn ikki skal hava morgunsang, so tey um ta.

(Um halgidagslógina) Ja og nei. Ta er ongin grund at provokera bara fyri at provokera.

(Um hjúnabandslógina) Ja sjálvandi.

(Um fosturtøkulógina) Eg gangi inn fyri fríðari fosturtøku. Kvinnan kann hava ta síðsta orði.

(Um fólkakirkjuna) Nei. Eg eri ikki ein trúgvandi persónur, men eri limur í fólkakirkjuni. Tey tingini ið eg ræðist mest av øllum er religiøsur og tjóðskaparligur galskapur tá fólk sløkkja sín heila. Ein rúmlig,tung, hóvlig fólkakirkja er best kortið at kortslutta religiøsan galskab í hesum samfelagnum. Eg tori tí ikki at seta fólkakirkjuna javnt við allar fríkirkjur.

Martin Pauli Jacobsen

Martin Pauli Jacobsen

Rúni Johansen ynskti ikki at svara

Rúni JohansenHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Rúni Johansen (Miðflokkurin) svarað.

Eg ynski ikki at svara hesum. Gott val

Pól Jákup Poulsen hevur svarað!

Pól Jákup PoulsenHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Pól Jákup Poulsen (Nýtt Sjálvstýri) svarað.

(Gevið gætur! Vit hava valt at tulka svarini hjá Pól Jákup Poulsen sum at hann í minsta lagi ætlar sær at atkvøða ímóti broyting. Vit vita út frá hansara svarum ikki, hvørt hann eisini ætlar sær at arbeiða aktivt ímóti broyting. Ja’ið til endans man sipa til samgongu við Miðflokkin, sum vit eisini spurdu um.)

Eg sigi nei,nei,nei,nei,nei,nei,ja

Pól Jákup Poulsen

Pól Jákup Poulsen

 

Yvirlit yvir svarini higartil

Capture

Yvirlit yvir svarini, vit hava fingið higartil til okkara spurnarrundu um politisk mál innanfyri sekularisering og trúarfrælsi. (Trýst á myndina fyri at síggja eina størri útgávu.)

Myrkagrønt ja merkir at arbeiða fyri broyting. Ljósagrønt ja merkir ja til at atkvøða fyri broyting. Ljósareytt nei merkir nei til at atkvøða fyri broyting. Og myrkareytt nei merkir at arbeiða ímóti broyting. Undantakið er sjálvandi spurningurin um samgongu við Miðflokkin, sum sjálvandi er ein einfaldur ja/nei bonusspurningur. Miðflokkurin fær sjálvandi automatiskt ja til samgongu við Miðflokkin.

Hvítt spurnartekin merkir at valevnið antin noktaði at svara uppá spurningin, ikki kendi seg ført fyri at svara ella svaraði uppá ein máta so at tað ikki bar til at tulka svarið sum “ja” ella “nei.”

Tess myrkagrønari eitt valevni ella ein flokkur er, tess meir sekulert. Tess myrkareyðari eitt valevni ella ein flokkur er, tess minni sekulert.

Higartil er mest sekuleri flokkurin Javnaðarflokkurin, og minst sekuleri er sjálvandi Miðflokkurin.

Er títt valevnið ikki á yvirlitinum? Kundi tú hugsað tær at vitað, hvat hann ella hon heldur um hesi málini? Send teimum endiliga eini høflig boð og bið tey svara okkara spurningum. Vit útgeva øll svar.

Gevið gætur! Hetta er einans ætlað sum ein skjót og einføld heildarmynd. Smálutir og gradsmunir blíva av neyð burtur í heildarmyndini, og tískil hava vit eisini útgivið fullfíggjaðu svarini her á okkara heimasíðu.

Birita Á L. Bláhamar hevur svarað!

Birita Á Løgmansbø BláhamarHer upp undir løgtingsvalið 2015 hevur Gudloysi sent spurningar út til øll okkara valevni, fyri at finna útav hvønn hugburð tey hava til mál, ið hava við trúarfrælsi og sekularisering at gera. Soleiðis hevur Birita Á Løgmansbø Bláhamar (Tjóðveldi) svarað.

(Um fosturtøkulógina) Haldi ikki at vit skulu hava fría fosturtøku, av tí at fosturtøka ikki skal brúkast sum præventión ella ein loysn uppá ein svipsara !

Tað snýr seg um mannalív, og eg vildi heldur, at tær, ið eru vorðnar við barn og ikki vilja ella kunna hava barnið, heldur skulu umhugsa at burtættleiða barnið til onkran, ið inniliga ynskir sær eitt barn.

Fosturtøka skal bert verða framd, um medicinsk atlit tala fyri tí.

(Um samgongu við Miðflokkin) Kundi ikki funnið uppá at farið í samgongu við Miðflokkin !

Vh

Birita á L. Bláhamar

Birita Á Løgmansbø Bláhamar

Birita Á Løgmansbø Bláhamar

Merki: